
Lendi
Sambært býarskipanarlógini er tað tann einstaka kommunan, sum varðar av lendisplanlegging í kommununi.
Tílík lendisplanlegging verður framd við einari býarskipan og byggisamtykt. Umhvørvismálaráðið góðkennir býarskipanir og byggisamtyktir, eftir at hesar eru viðgjørdar av byggi- og býarskipanarnevndini í kommununi og ummældar av býarskipanarnevndini.
Sambært lógini skulu allar kommunur hava eina góðkenda byggisamtykt.