
Margit Stórá, landsstýriskvinna
Margit Stóra er fødd í 1971, hon er ættað úr Fuglafirði og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í almennari leiðslu.
Margit Stórá var landstýriskvinna í heilsumálum frá 2022 til 2024.
Margit Stórá hevur verið varastjóri á Landssjúkrahúsinum, hon hevur undirvíst í leiðslu, og hevur eitt skifti starvast í Grønlandi sum konsulentur í heilsuverkinum. Eisini hevur hon starvast sum fulltrúi og virkandi deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.
Margit Stórá hevur verið forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og næstforkvinna í Javnaðarflokkinum.
Margit Stórá er gift Tormóði Stórá og saman eiga tey trý vaksin børn.