Dátuvernd
Umhvørvismálaráðið er dátuábyrgdari, sambært § 6, nr. 6, í dátuverndarlógini. Sum dátuábyrgdari hevur Umhvørvismálaráðið ábyrgd av, at dátuverndarlógin verður hildin, tá ið persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Tað er oftast í sambandi við fyrispurningar innanfyri málsøkini hjá ráðnum, at ráðið viðger persónsupplýsingar. Tað kann tó eisini vera í sambandi við onnur viðurskifti.
Í allari viðgerð leggur Umhvørvismálaráðið dent á at tryggja og verja persónsupplýsingar. Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum eru knýttar ella kunnu knýtast at ávísum likamligum persóni, sambært § 6, nr. 1, í dátuverndarlógini.
Persónsupplýsingar skulu m.a.:
- viðgerast lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt,
- savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál,
- vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til, og
- vera rættar og dagførdar (§ 7 í dátuverndarlógini).
Eisini skal Umhvørvismálaráðið tryggja rættin hjá tí skrásetta til m.a.:
- kunning,
- innlit,
- rætting og
- viðgerðaravmarking.
Trygdarbrot verða fráboðað Dátueftirlitinum.
Les meir um skyldurnar hjá dátuábyrgdarum og rættindini hjá skrásetta í dátuverndarlógini og á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, www.dat.fo.
Almennir myndugleikar skulu hava eitt dátuverndarfólk, sum skal hjálpa dátuábyrgdaranum at halda reglurnar í dátuverndarlógini. Skrásett kunnu seta seg í samband við dátuverndarfólki um allar spurningar um viðgerð av teirra persónsupplýsingum og um útinnanina av rættindunum, tey hava sambært dátuvernarlógini. Les meir um dátuverndarfólk.
Dátuverndarfólk í Umhvørvismálaráðnum er Astrid Reinert Øregaard, tlf. 558072, dpo@uvmr.fo.