Umhvørvisvernd
Umhvørvislóggávan hevur til endamáls at verja umhvørvið fyri mannaskaptari dálking, bæði á sjógvi og landi. Ein skipan við umhvørvisgóðkenningum av serliga dálkandi virkjum skal tryggja, at dálkingin ikki verður størri enn hvat samfelagið kann góðtaka.
Fyrisiting av umhvørvismálum er býtt millum Umhvørvisstovuna og kommunurnar.
Veðurlagsmál og veðurlagspolitikkur eru eisini partur av hesum málsøki. Politiska avtalan er, at tað føroyska útlátið av veðurlagsgassum skal skerjast við í minsta lagi 20% í 2020 í mun til útlátið, sum tað var í 2005. Umhvørvisstovan ger hvørt ár eina uppgerð yvir føroyska útlátið.