Útskiftingarfólk

Útskiftingarfólkini verða sett sambært løgtingslóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting.

36 fólk verða vald, 6 fyri hvørja sýslu, sum kunnu verða tilnevnd sum limir til útskiftingar- og yvirútskiftingarnevnd fyri hvørt mál sær, tá slík koma fyri.

Høvuðsarbeiðini hjá nevndini eru:

•Virðismeting (bonitering) av jørðini

•Avgerð í trætumálum um mark, ognarrætt v.m.

•Uppskot til útskiftingarplan

•Endaligur úrskurður

Umframt hetta skal nevndin eisini viðgera onnur viðurskifti, eitt nú garðskylda og húsaflyting.

Útskifting verður framd av serligari útskiftingarnevnd, sum er skipað við formanni valdum av landsstýrinum millum teir sakkønu á Matrikulstovuni, nú Umhvørvisstovuni, og tveimum øðrum limum (sbr. § 8).

Útskiftingarfólkini eru vald fyri 6 ár í senn, seinast  1. januar 2019.