Arbeiðsumhvørvisráðið er valt við heimild í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi.

Nevndarlimir:

  • Pál Weihe, formaður, lækni
  • Annika Helgadóttir Davidsen,  limur, almenn starvsfólk
  • Esther Dahl, limur, privatu arbeiðsgevarafeløgini
  • Jan Mortensen,limur, land og kommunur
  • Jóhan Carl Dam, limur, arbeiðstakarafeløgini
  • Palli Djurhuus, limur, arbeiðstakarafeløgini

Arbeiðsumhvørvisráðið skal geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Valskeiðið er 4 ár.