Náttúruvernd

Náttúruvernd

Náttúruvernd er skipað sambært løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd.

Náttúruverndarlógin er ein liður í at fremja ST-sáttmálan um lívmargfeldi í føroyskari lóggávu. Endamálið er at røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið umframt vistfrøðiligar tilgongdir í føroysku náttúruni. Náttúran skal røkjast og verjast bæði fyri seg sjálva og sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Við náttúruverndarlógini er regluverkið um vernd av dýra- og plantusløgum og økisvernd dagført og fjøltáttað, og landsstýrisfólkinum eru útvegaðar nýggjar heimildir, eitt nú til at basa hóttanini frá fremmandum lívverum. Landsstýrisfólkið kann seta verndartiltøk í verk við kunngerð, og náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni skipar og situr fyri náttúruverndini í verki.

Við náttúruverndarlógini varð myndugleikaøkið náttúruvernd, sum áður lá hjá friðingarmyndugleikunum sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970, sum seinast broyttari við løgtingslóg nr. 71 frá 22 mai 2023, skipað undir landsstýrisfólkinum. Heimildirnar í náttúrufriðingarlógini at friða lendi og dýra- og plantusløg vórðu tí strikaðar, tá ið náttúruverndarlógin kom í gildi.

Eftir í náttúrufriðingarlógini eru ásetingar um bygging og onnur inntriv í náttúruni. Loyvi krevst frá friðingarmyndugleikunum sambært lógini at byggja uttangarðs og nærindis fjøru, vøtnum, størri áum og viðarlundum innangarðs. Somuleiðis krevst loyvi til inntriv, sum kunnu væntast at broyta sereyðkennir við landslagnum munandi ella týna leivdir av sermerktari náttúru.

Friðingarmyndugleikarnir sambært náttúrufriðingarlógini fevna um eina náttúrufriðingarnevnd í hvørjari sýslu og eina yvirfriðingarnevnd fyri alt landið.