Uppskot um kunngerð um sigling við førum, ið taka upp til 12 ferðafólk
Í sambandi við at ferðavinnan í Føroyum er nógv økt seinastu árini, eru fleiri farin undir, ella eru áhugaði í, at sigla við ferðafólkum við smærri førum. Serliga hevur sigling við RIB bátum vundið uppá seg seinastu árini. Afturat hesum, eru tað eisini skúlar, frítíðarítriv o.o, ið skipa fyri ymiskari sigling við næmingum o.ø.
Grundað á økta virksemið á hesum øki, hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Sjóvinnustýrinum gjørt uppskot til dagførdar reglur um ferðafólkasigling við førum, sum taka upp til 12 ferðafólk. Talan er um uppskot til tvær kunngerðir. Onnur kunngerðin ásetur krøv til sjálvt farið og virksemið við siglingini við ferðafólkum, meðan hin kunngerðin ásetur førleikakrøv til manningina. Niðanfyri er stutt frágreiðing um bæði uppskotini.
Kunngerð um sigling við førum, sum taka upp til 12 ferðafólk
Kunngerðin ásetur teknisk krøv til førini og útgerðina, sum er umborð. Harafturat eru serligar reglur sum áleggja reiðaranum at gera eina trygdarvegleiðing, sum setur karmarnar fyri virksemið við ferðafólkasiglingini. Í trygdarvegleiðingini skal reiðarin m.a. taka støðu til og áseta reglur fyri, hvussu farast skal fram í neyðstøðu.
Eins og galdandi er í dag verður krav um, at førini skulu sýnast av Sjóvinnustýrinum. Kravt verður framhaldandi, at farið skal hava galdandi ferðafólkaloyvi fyri at sigla við ferðafólkum.
Eitt skilamark verður gjørt ímillum før við dimensiónstali undir 20 og før við dimensiónstali yvir 20. Sýn av førum við dimensiónstali undir 20, verður sum meginregla gjørt við stakroyndum, meðan sýn av førum við dimensiónstali yvir 20 verður gjørt við regluligum sýni.
Harafturat verður skilt ímillum før við dimensiónstali undir 20 og sum antin hava framtøkumegi undir 100 kW ella yvir 100 kW (men tó undir 750 kW). Strengari krøv eru fyri før, ið hava eitt dimensiónstal undir 20, men sum samstundis hava framtøku á 100 kW ella yvir. Sostatt skulu t.d. RIB bátar sýnast regluliga, og ikki við stakroyndum, tí talan er um før, ið hava dimensiónstal undir 20, men hava framtøku yvir 100 kW.
Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum
Í hesi kunngerð verður eins og í omanfyri umrødda, sett skilamark millum krøvini til før við dimensiónstali á 20 og yvir og før við dimensiónstali undir 20.
Fyri før sum hava eitt dimensiónstal á 20 og yvir, byggir uppskotið í stóran mun á galdandi kunngerð. Við uppskotinum verður tað sostatt framhaldandi krav, at førarin av farinum skal hava dugnaskaparroynd í sigling. Tó verður ásett, at manningin altíð skal telja tveir persónar. Fyri før sum hava eitt dimensiónstal undir 20 verður við uppskotinum ásett, at manningin sum útgangsstøði skal telja ein førara. Krav er ikki um dugnaskaparroynd í sigling, men í staðin eru ásett nøkur viðurskifti, sum viðkomandi førari í minsta lagi skal hava kunnleika til.
Hoyringarfreistin er sett til fríggjadagin 24. mai 2019.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast til uvmr@uvmr.fo.