Uppskot til tinglýsingarkunngerðir í.s.v. talgilda innlating til akfarsbókina
Við hesum verður sent til hoyringar uppskot til tinglýsingarkunngerðir í sambandi við talgilda innlating til akfarsbókina.
Hoyringarfreistin er sett til mánadagin 10. mars 2025.
Uppskotið hevur heimild í løgtingslóg nr. 128 frá 13. desember 2024 um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Talgild tinglýsing, talgild innlating, nýtsla av talgildari undirskrift og talagildum skjølum, góðkendir fráboðarar og talgild fulltrú o.a.).
Umhvørvisstovan hevur í 2022-2025 fingið játtan at talgilda tinglýsingina. Fyrsti partur í tilgongdini er at menna talgilda innlating til akfarsbókina, soleiðis at øll skjøl, samleikaprógv og gjalding, sum hoyra til einstaka málið, verða avgreidd á einum tinglýsingarportali av viðskiftafólkunum. Verkætlanin fevnir um øll skjalasløg í akfarsbókini og loysnin fevnir um innritan, talgilda innlating, talgilda undirskrift, gjaldsmodul og sjálvvirkna skráseting av skjølunum í dagbókini. Innlatingarskipanin fer umvegis Heldina at heinta upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum og Akfarsskránni.
Uppskotið til kunngerð inniheldur í høvuðsheitum ásetingar um tinglýsingarskipanina, , fráboðan av skjølum til tinglýsingar, fulltrú, góðkendar fráboðarar, fráboðan av pappírsskjølum, tinglýsingarháttan o.a. og um atgongd til upplýsingar í tinglýsingarskipanini. Talan er um broyting av mannagongdini frá nýtslu av pappírsskjølum til talgild skjøl og um nýggjar hentleikar, sum t.d. talgilda undirskrift, talgilda fulltrú og góðkendar fráboðarar.
Skipanin til talgilda innlating til akfarsbókina verður verksett 7. apríl 2025. Ásetingarnar í uppskotinum til kunngerð eru ein fyritreyt fyri verksetingina. Ásetingarnar koma í gildi 7. apríl 2025 tó so, at ásetingarnar í §§ 13-19, 21, 22, 24 og 26 um umsókn um góðkenning sum góðkendur fráboðari koma í gildi 17. mars 2025.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast til umhvorvi@umhvorvi.fo
Viðheft:
- Uppskot til kunngerð um atgongd til akfarsbókina og um tinglýsingarháttin
- Uppskot til kunngerð um at seta í gildi ásetingar í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov um Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald



