Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt og uppskot til kunngerð um pantskipan fyri íløt til ummælis
Borgarar hava ávísar avbjóðingar av at sleppa av við sínar pantáløgdu fløskur og dósir og at fáa pantið aftur.
Orsøkin til hetta er, at vit við tíðini hava fingið alt fleiri sløg av pantáløgdum íløtum við drykkjuvørum, og at handlar, sum ikki selja ávís íløt frá ávísum innflytarum ella føroyskum framleiðarum, ikki hava skyldu at taka ímóti hesum íløtunum og at rinda kundanum pantið aftur. Tað sama er galdandi, um handilin selur drykkjuvøruna, sum hevur verið í íløtunum, sum kundin kemur við, men vøran stavar frá øðrum innflytara og veitara enn tí, sum handilin keypir frá og tí kann hava øðrvísi strikukotu.
Fyri at sleppa av við tað pantálagda ílatið má kundin tí fara aftur í sama handil ella finna ein annan handil, sum selur somu vøru frá sama innflytara ella framleiðara. Tað er ikki altíð, at kundin veit ella minnist, hvar vøran varð keypt, ella hvør handil selur hvørja vøru frá hvørjum innflytara ella framleiðara.
Tað nýggja við uppskotinum er, at øll, sum selja endaliga brúkaranum íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini, í útgangsstøðinum fáa skyldu at taka ímóti øllum íløtum fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini og at rinda pant fyri tey. Hetta er ein avgerandi broyting sammett við galdandi lóg, sum einans ásetur eina skyldu at taka ímóti og rinda pant fyri tað, sum sølustaðið sjálvt selur..
Sølustøð skulu ikki skilja íløt eftir øðrum enn tilfari. Eftir ætlan fara plast og aluminium í sama sekk og glas fyri seg. Íløt verða heintað við slíkum títtleika, at tey ikki hópast upp hjá teimum einstøku sølustøðunum.
Henda víðkaða skyldan at taka ímóti og rinda pant fyri øll pantáløgd íløt kann tyngja smærri sølustøð við avmarkaðum plássi, samstundis sum tað kann tyngja pantskipanina fíggjarliga at skula syrgja fyri flutningi frá nógvum smáum sølustøðum. Av tí at tað ikki verður mett at vera neyðugt fyri eina vælvirkandi pantskipan, at øll skulu taka ímóti íløtum, skal landstýrisfólkið kunna áseta reglur um, at ávís sølustøð skulu vera undantikin skylduni at taka ímóti íløtum, t.d. pylsuvognar, kaffistovur, smá bakarí.
Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at sølustøð kunnu taka upp samstarv við onnur sølustøð ella móttøkur um felags móttøku og soleiðis verða undantikin skylduni at taka ímóti íløtum. Slíkt samstarv skal góðkennast og ikki hava við sær, at umstøðurnar at sleppa av við íløt versna, t.d. tí at umstøðurnar hjá tí, sum skal taka ímóti, eru verri enn umstøðurnar hjá tí, sum tikið verður ímóti fyri, ella tí at fólk skulu koyra so langt fyri at sleppa av við íløtini, at tey heldur velja at koyra íløtini í rusk.
Galdandi lóg fevnir bara um íløt til øl, mineralvatn og aðrar lidnar leskidrykkir. Rákið í londunum uttan um okkum er, at meira tilfar skal fáast inn til endurnýtslu og endurvinningar. Hetta verður gjørt við at panta íløt til fleiri vørur, t.d. djús og óblandað saft. Við hesum uppskotinum verður avmarkingin til øl, mineralvatn og leskidrykkir strikað. Í staðin er uppskotið bara avmarkað til íløt. Hetta gevur landsstýrisfólkinum rásarúm at leggja pant á eitt og hvørt ílat, alt tað er ráðiligt í mun møguleikan at endurnýta ella endurvinna tað.
Í Føroyum eru í løtuni 12 virknir loyvishavarar, sum framleiða ella flyta inn íløt. Tí hava vit í veruleikanum 12 ymiskar pantskipanir, tí galdandi lóg ásetur, at hvør loyvishavari tekur sær av sínum egnu íløtum.
Lógaruppskotið og kunngerðin byggja á, at ein pantumsitari fær alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey, gjalda sølustøðunum pant og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari sambært tí nýggju løgtingslógini. Hetta er ein stór uppgáva, tí havast skal í huga, at umleið 15 milliónir íløt skulu gjøgnum pantskipanina, tá ið hon er klár at seta í verk í 2025, hetta vil siga, at IRF skal handfara umleið 68.000 íløt hvønn gerandisdag í árinum.
Pantumsitarin fær eitt rakstrargjald fyri hvørt framleitt og innflutt ílat, sum skal rinda fyri útreiðslurnar, sum pantumsitarin hevur av umsiting, rakstri, íløgum og eftirliti og í sambandi við pantskipanina. Rakstrargjaldið fer væntandi at liggja um 50 oyru fyri hvørt ílatið.