Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd til hoyringar

Frágreiðing

Umhvørvis- og vinnumálaráðið sendir við hesum uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd til hoyringar. Saman við uppskotinum til náttúruverndarlóg verður eisini uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing sent til hoyringar.

Uppskotið til náttúruverndarlóg kemur í staðin fyri ein part av galdandi náttúrufriðingarlóg, men fevnir eisini munandi víðari enn galdandi lóg. Av tí at uppskotið til náttúruverndarlóg ásetur nýggjar reglur um skipan av verndarøkjum og vernd av dýra- og plantusløgum, verða friðingarheimildirnar tiknar úr náttúrufriðingarlógini. Eftir uppskotinum til náttúruverndarlóg verður tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð skal kunna seta slík verndartiltøk í verk, og ein náttúrufyrisiting undir landsstýrismanninum, sum skal skipa og sita fyri verndini í verki.

Uppskotið til náttúruverndarlóg er ein liður í at fremja sáttmálan um lívmargfeldi í føroyskari lóggávu og miðar eftir at røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið umframt tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í tí føroysku náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Uppskotið dagførir og fjøltáttar regluverkið um vernd  av dýra- og plantusløgum og um økisvernd og útvegar heimildir til at basa hóttanini frá fremmandum lívverum.

Freistin at lata inn ummæli er mánadagin 6. septembur 2021.

Ummælisfreistin er farin
06.09.2021
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
Umhvørvi
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
23.07.2021
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Náttúruvernd Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Náttúrufriðing Javntekstur Fylgiskjal 1