Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Javning av framhaldandi árligari veiting av endurgjaldi fyri mist vinnuføri, og áseting um, at endurgjaldsveiting í seinasta lagi endar við fólkapensjónsaldur).
Frágreiðing

Endamálið við løgtingslógaruppskotinum er at javnseta framhaldandi endurgjaldsveitingar við aðrar endurgjaldsveitingar sambært løgtingslógini, tá umræður javning av veiting í mun til lønarvøkstur. Sum er, verður framhaldandi endurgjaldsveiting ikki javnað eftir at hon er tillutað. Í øðrum lagi er talan um eina konsekvensbroyting, sum fylgir broyting av fólkapensjónsaldrinum í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Møguligar viðmerkingar til uppskotið skulu sendast til Umhvørvismálaráðið (umhvorvi@umhvorvi.fo).

Ummælisfreistin er farin
30.05.2023
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
Umhvørvismálaráðið
Dagfesting
08.05.2023
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
JND
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Trygging Móti Avleiðingum Av Arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) Fylgiskjal 1 Javntekstur Yvirlit Yvir Ummælispartar