Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Talgild tinglýsing)

Frágreiðing

Frágreiðing í samband við uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

Málsviðgeratíðin á Tinglýsingini er viðbrekin og ávirkast av sølugongdini í samfelagnum. Hetta merkir til tíðir ein long málsviðgerðatíð til ampa fyri borgarar, vinnu og samstarvspartar. Mett er, at ein tilgongd at gera málsøkið meira harðført er at menna talgildar loysnir grundað á talgild skjøl og mannagongdir. Landsstýrið hevur á fíggjarlógini fyri ávikavist 2022, 2023 og 2024 avsett játtan til endamálið. Galdandi lóggávu heimilar ikki innlating og viðgerð av talgildum skjølum í samband við tinglýsing, og tí er neyðugt at tillaga tinglýsingarlógina samsvarandi.

Málsviðgerð og mannagongdir hjá Tinglýsingini eru grundað á innlating av pappírsskjølum. Umhvørvisstovan hevur síðani 2022 miðvíst arbeitt við at talgilda tinglýsingina. Fyrsta stig í talgildingartilgongdini er at menna eina talgilda innlatingarskipan til akfarsbókina. Skipanin verður klár at seta í verk 1. januar 2025. Tørvur er tí á at tillaga tinglýsingarlógini til eisini at kunna handfara talgild skjøl - í fyrstu atløgu í akfarsbókina og seinni eisini í tingbókina og persónbókina. Talan verður bæði um at tillaga verandi ásetingar og at orða nýggjar ásetingar.

Í høvuðsheitum fevnir lógaruppskotið um fylgjandi broytingar:

·       Tillagingar og nýggjar ásetingar í mun til undirveðseting av veðbrøvum. Verandi rættarstøða er grundað á handveðseting við ræðisfrátøku av sjálvum pappírsskjalinum og tí inniheldur verandi tinglýsingarlóg frítøka frá tinglýsing av undirveðsetingum. Neyðugt er at áseta krav um tinglýsing av undirveðsetingum, tá talan er um talgild skjøl. Aðrar fylgjubroytingar fylgja av undirveðseting av veðbrøvum

·       Nýggjar ásetingar um tinglýsingargrundarlag og tinglýsingarhátt við talgildari innlating. Talan er um ásetingar um talgild skjøl, talgild undirskrift og talgild fulltrú.

·       Nýggjar ásetingar um góðkendar fráboðarar sum í samband við tinglýsing kunnu fáa góðkenning at umboða síni viðskiftafólk í samband við talgild innlating

·       Heimild til landsstýrisfólkið at áseta

-            teknisk krøv til upplýsingar og skjøl

-            reglur um gerð og innihald av fulltrúum

-            reglur um gerð og innihald av umsóknum um góðkenning sum fráboðari

·       Tillagingar av heimildini at almannakunngera og geva atgongd til tinglýsingardátur, so heimildin er í tráð við nútímans tørv og krøv til nýtslu av tinglýsingardátum

Ummælisfreistin er farin
12.09.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
umhvørvi
Slag
lógaruppskot
Dagfesting
01.08.2024
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
HI
Tak niður
Uppskot Til Broyting Av Tinglýsingarlógini UMR Fylgiskjal 1 Javntekstur Tinglýsingarlógin Fylgiskjal 2 Javntekstur Lov Om Gældsbreve Fylgiskjal 3 Javntekstur Tinglýsingargjøld Fylgiskjal 4 Javntekstur Tinglýsingaravgjald