Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita) til hoyringar

Frágreiðing

Eitt týðandi nýbrot við lógaruppskotinum er, at reglur verða ásettar um framleiðslu og sølu av el og fjarhita í somu lóg. Lógaruppskotið er liður í orku- og veðurlagspolitikki Føroya við tíðarfestum átøkum. Talan er um fremjan av átaki 3 og 5 um smá vatn- og sólorkuverk undir 11 kW, sum ikki krevja serstakt loyvi, átak 14 at áseta reglur um fjarhita og átak 17 at skapa lógarkarmar fyri bíligari elorku til orkukrevjandi ídnað. Lógaruppskotið skal bera okkum fram á leið at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Høvuðsbroytingarnar í lógaruppskotinum kunnu í stuttum sigast at verða hesar:

  • Lógarverkið um el og fjarhita verður ógvuliga meinlíkt, soleiðis at ásetingar eru um net, framleiðslu, flutning, veiting, sølu og avrigging av útbúnaði.
  • Reglurnar um útboð fevna um øll sløg av elframleiðslu omanfyri 1 MW við ávísum undantøkum og umsóknarfreistin fyri open-door útboð verður longd til 180 dagar.
  • Meiri lagaligar og ítøkiligar reglur verða ásettar um eginframleiðslu og nýtslu av el, har avlopið kann seljast SEV.
  • Alt fjarhitavirksemi við einum framleiðslumátti omanfyri 200 kW krevur loyvi og loyvishavar skulu lúka somu krøv til førleikar og fíggjarorku, sum innan eløki. Størst møguligur partur av hitaveitingini skal stava úr avlopshita og úr varandi orkukeldum.
  • Fjarhitavirksemið skal hvíla í sær sjálvum, ið er sama aðalregla, sum er galdandi fyri virksemið hjá SEV. Eisini verða krøv sett til prísáseting av fjarhita, sum verður tengd at, hvørt talan er um brúksskyldu ella ikki.
  • Søla av el skal frameftir skipast sum heilsøla og smásøla. SEV verður ikki longur einaseljari av el í smásølu, tí onnur sølufeløg kunnu við góðkenning bjóða seg fram at selja el og orkutænastur. Endamálið er at breiðka úrvalið hjá elkundum, so kundin kann velja eina orkuveitingarloysn, sum hóskar til teirra tørv.
  • Árinsmetingar um avleiðingar fyri náttúru og umhvørvi skulu gerast, áðrenn loyvi verða latin til el og fjarhitavirksemi.
  • Bæði elframleiðslan og fjarhitaveitingar skulu rokna og upplýsa kundum sínum um CO2-útlátið, sum er knýtt at árligu orkuveitingini. Talan er um tøl, sum kundin alsamt meiri eftirspyr í sambandi við framleiðslu av ymiskum vørum og tænastum.
  • Ognartøkuheimild til útbyggingar av el og fjarhita verður útvegað til lendi og brúksrættindi á lendi í førum, har ikki ber til at fáa eina avtalu um leigu ella keyp í lag.

Tað eru serliga loyvishavar og sølufeløg á elorkuøkinum umframt fjarhitafeløg, sum verða rakt av nýggju krøvunum. El- og fjarhitakundar fáa hinvegin ágóða av nýggju reglunum um prísáseting og avsláttarskipanir, gjøgnumskygni um prís og CO2-sporføri.

Ætlanin er, at lógaruppskotið skal fáa gildi beinanvegin. Tó verða reglurnar um keyp og sølu av el settar í gildi 1. september 2024, so at SEV og nýggj sølufeløg kunnu fyrireika seg til nýggja elmarknaðin.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er sett at vera mikudagin 24. januar 2024. Viðmerkingarnar skulu sendast umhvorvi@umhvorvi.fo

Gongst sum ætlað, verður uppskotið lagt fyri Løgtingið fyrst í februar 2024.

Ummælisfreistin er farin
24.01.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
umhvørvi
Slag
løgtingslóg
Dagfesting
20.12.2023
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
AáH
Tak niður
Í HOYRING Uppskot Til Broytingar Í Løgtingslóg Um Ravmagn Elveitingarlógin EVL Nov. 2023 (003) Hoyringarskriv