Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir og kunngerð um broyting í kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum til hoyringar

Frágreiðing

Við hesum sendir Umhvørvismálaráðið til hoyringar:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir (eftirlitsheimildir, Jarðfeingi skal gera mátingar og skrásetingar av boriholum).

Endamálið við uppskotinum er at meira atlit verða tikin fyri at verja umhvørvis og jarðfrøðilig viðurskiftir og at geva myndugleikum betri møguleikar at fremja eftirlit.

 

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum (Treytir til jarðhitaboringar, krøv um skrásetingar og gjald).

 

Endamálið við uppskotinum er at meira atlit verða tikin fyri at verja umhvørvis og jarðfrøðilig viðurskiftir og at tryggja, at skrásetingar verða gjørdar av øllum jarðhitaholum.

Hoyringarfreistin er sett til mikudagin 11. september kl. 12:00.

Vinaliga sendið møguligar viðmerkingar til umhvorvi@umhvorvi.fo

 

Vinarliga

Umhvørvismálaráðið

Ummælisfreist
11.09.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
umhvørvi
Slag
løgtingslóg og kunngerð
Dagfesting
22.07.2024
Samband
umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
TS
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Lóg Um El Riknar Hitapumpuskipanir Javntekstur Til Lóg Um El Riknar Hitapumpuskipanir Uppskot Til Broyting Í Kunngerð Um Skipanir Til Upphiting Við Hitapumpum Javntekstur Til Kunngerð Um Skipanir Til Upphiting Við Hitapumpum