Uppskot til løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til Barsilsskipanina til ummælis
Talan er um eina verklagslóg. Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa eina fíggjarliga heimild til at menna eina nýggja kt-skipan til at umsita barsilsútgjaldið. Nýggja kt-skipanin verður meira talgild og smidligari enn verandi kt-skipan. Væl lættari og effektivari verður hjá bæði borgarum, vinnu og umsiting at umsita rættindi og skyldur í sambandi við barsilsfarloyvi. Umframt hetta fær barsilsskipanin betri atgongd til dátur, og fær harvið gjørt betri og bíligari hagtalsgreiningar.
Mett verður, at tað tekur tvey ár at menna eina nýggja kt-skipan til barsilsútgjald. Arbeiðið er boðið út, og við støði í innkomnu tilboðunum er prísurin fyri kt-skipanina 11 mió. kr. tilsamans. Barsilsgrunnurin ber kostnaðin. Eftir ætlan verða slakar 6 mió. kr. brúktar til kt-skipanina í 2024 og góðar 5 mió. kr. í 2025.
Uppskotið verður sent til ummælis hjá:
- Vinnuhúsinum
- Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum (KAF)
- Samtak
- Fakfelagssamstarvinum
- TAKS
Møguligar viðmerkingar til uppskotið skulu sendast til Umhvørvismálaráðið (umhvorvi@umhvorvi.fo) og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12:00 mánadagin 27. nov. 2023.