Uppskot til kunngerð um umsiting av Barsilsskipan (upproknað býtingartal á útrokningargrundarlagið hjá nýútbúnum) til hoyringar

Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at geva nýútbúnum rætt til somu tøku inntøku frá Barsilsskipanini, sum tey fingu í studningi. Studningur er ein skattafrí inntøka, men Barsilsskipanin roknar alla inntøku sum skattskylduga A-inntøku. Tá ið studningurin sostatt verður tikin við í útrokningargrundarlagið hjá Barsilsskipanini, fáa tey nýútbúnu eina munandi minni tøka inntøku í barsilsgjaldið, enn tey fingu í studningi.

Hoyringarfreistin er sett til týsdagin 9. juli kl. 12:00.

Orsøkin til stuttu hoyringarfreistina er, at lógarbroytingin í § 20a í barsilslógini (lóg nr. 43 frá 2024) kemur í gildi longu 1. juli 2024, og fyrsta útgjald frá barsilsskipanini er síðst í juli. Tí verður arbeitt fyri at fáa broytt kunngerðina skjótast gjørligt.

Vinaliga sendið møguligar viðmerkingar til umhvorvi@umhvorvi.fo

Ummælisfreistin er farin
09.07.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
umhvørvi
Slag
kunnger
Dagfesting
21.06.2024
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
TS
Tak niður
Uppskot Til Kunngerðarbroyting Um Broyting Í Kunngerð Um Umsiting Av Barsilsskipan
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum