Uppskot til kunngerð um tøknilig krøv og fyriskipan av tinglýsingarskipanini til hoyringar
Hjálagt verður sent til hoyringar: Uppskot til kunngerð um tøknilig krøv og fyriskipan av tinglýsingarskipanini.
Hoyringarfreistin er sett til mánadagin 31. mars 2025.
Uppskotið hevur heimild í løgtingslóg nr. 128 frá 13. desember 2024 um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Talgild tinglýsing, talgild innlating, nýtsla av talgildari undirskrift og talgildum skjølum, góðkendir fráboðarar og talgild fulltrú o.a.)
Umhvørvisstovan hevur í 2022-2025 fingið játtan at talgilda tinglýsingina. Fyrsti partur í tilgongdini er at menna talgilda innlating til akfarsbókina, soleiðis at øll skjøl, samleikaprógv og gjalding, sum hoyra til einstaka málið, verða avgreidd á einum tinglýsingarportali av viðskiftafólkunum. Verkætlanin fevnir um øll skjalasløg í akfarsbókini og loysnin fevnir um innritan, talgilda innlating, talgilda undirskrift, gjaldsmodul og sjálvvirkna skráseting av skjølunum í dagbókini. Innlatingarskipanin fer umvegis Heldina at heinta upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum og akfarsskránni.
Uppskotið til kunngerð inniheldur í høvuðsheitum ásetingar um talgilda undirskrift, tøknilig krøv til skjøl, funkur í talgildu innlatingarskipanini, íbinding til skipanina, innihaldið í og nýtsluni av tinglýsingarskipanini, trygdartiltøk og um víðarilatan av upplýsingum úr tinglýsingarskipanini.
Skipanin til talgilda innlating til akfarsbókina verður verksett 20. mai 2025. Ásetingarnar í uppskotinum til kunngerð eru ein fyritreyt fyri verksetingina. Ásetingarnar koma í gildi 20. mai 2025.

