Uppskot til kunngerð um krøv til sigling á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar (vatnskutarakunngerðin)
Hervið verður uppskot til kunngerð um krøv til sigling á motorriknum stuttleikafari við skrokk-longd undir 4 metrar (vatnskutarakunngerðin) send til hoyringar.
Uppskotið kemur í staðin fyri uppskot til kunngerð um førleikakrav til førara á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar og uppskot til kunngerð um sigling á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, sum vóru send til hoyringar í juli 2018.
Fleiri hoyringspartar høvdu viðmerkingar til hesi kunngerðaruppskot, og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur valt at ganga fleiri av viðmerkingunum á møti. Tí sendir ráðið nýtt uppskot til kunngerð í hoyring, sum kemur í staðin fyri tey uppskotini, sum vóru send í hoyring í juli 2018.
Í uppskotinum til kunngerð er m.a. ásett førleikakrøv og 16 ára aldursmark fyri førarar av motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, herundir vatnskutarum o.líkn.
Hoyringarfreistin er sett til fríggjadagin 3. mai 2019.
Vinaliga sendið møguligar viðmerkingar til uvmr@uvmr.fo