Uppskot til kunngerð um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingarnar til hoyringar

Heiti
Uppskot til Kunngerð um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingarnar
Frágreiðing

Sambært kunngerð nr. 59 frá 30. apríl 2002 um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina er árliga tryggingargjaldið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi og løntakarum, ið ikki hava A-inntøku, 500 kr. Skotið verður upp at hækka gjaldið til 3.000 kr. frá 1. januar 2022. Gjaldið á 3.000 kr. er sett út frá miðallønini í 2020. Tá vóru lønargjaldingarnar í Føroyum uml. 10.271.785.000 kr. til 27.142 løntakarar. T.v.s., at miðallønin í 2020 var 378.446,14 kr. Barsilsgjaldið, ið verður kravt av øllum A-inntøkum, er 0,86% av A-inntøkuni. 0,86% av eini miðalløn er 3.254,64 kr. Hetta er so rundað niður til 3.000 kr.

Skotið verður eisini upp, at um tryggingin ikki kemur í gildi við ársbyrjan, verður eitt lutfalsligt gjald rindað fyrstu ferð, goldið verður. Síðan verður gjaldið rindað eina ferð árliga eftir uppkravi frá TAKS.

Ummælisfreistin er farin
28.05.2021
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
29.04.2021
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
21 00688 1 Uppskot Til Kunngerð Um Gjald Til Sjálvbodnu Barsilspeningatryggingarnar 223447 213839 0