Uppskot til kunngerð um burturkast til hoyringar

Frágreiðing

FRÁGREIÐING

Metingar vísa, at um vit halda fram við at nýta náttúrutilfeingi eins og vit gera í dag, so fara vit at hava tørv á trimum klótum í 2050.

Náttúrutilfeingið er ikki endaleyst, og økt framleiðsla av nýggjum lutum úr nýggjum tilfari, ið eftir stutta tíð verður brent ella tyrvt, er ikki haldfør. 

Fyri at avmarka okkara nýtslu av náttúrutilfeingi og minka um dálking og útlát, skulu vit brúka tilfeingið so nógvar ferðir, ið til ber, heldur enn at tyrva ella brenna tað. Vit skulu flyta okkum úr einum linjubúskapi, har vit troyta og blaka burtur, til ringbúskap, har vit avmarka okkara tørv á náttúrutilfeingi og endurnýta og endurvinna tað, ið vit framleiða.

Tí skulu vit hava nýggjar reglur fyri burturkastsøkið.

Tað nýggja við kunngerðaruppskotinum í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til ringbúskap við meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu. Kunngerðin ásetur, at kommunur skulu handfara burturkast sambært burturkaststiganum:

  1. Endurnýta. (brúka lutin umaftur)
  2. Endurvinna. (brúka lutin til okkurt annað við at broyta hann)
  3. Orkuendurvinna. (fáa orku/hita burtur úr)
  4. Beina burtur ( brenna uttan orkuendurvinning, t.d. ífyllu til veg ella tyrving)

Lutir kunnu einans fara niður í burturkaststiganum, um tað ikki er møguligt ella ráðiligt, sæð í mun til ringbúskap og útlát, at hava teir longri uppi í stiganum.

Ein høvuðstáttur í nýggja kunngerðaruppskotinum er, at land og kommunur saman skulu gera eina landsætlan fyri burturkast, og henni á baki skulu kommunurnar gera eina kommunala ætlan fyri burturkast.

Landsætlanin skal áseta, hvørji mál kommunurnar skulu røkka á burturkastsøkinum næstu tíggju árini, við serligum atliti at teimum fyrstu fimm árunum, og tær kommunalu ætlanirnar skulu stuðla upp undir stevnumiðini í landsætlanini.

Kunngerðin styðjar málunum um øktan ringbúskap í landsætlanini við m.a. at áseta:

  • Hvussu kommunur skulu skipa innsavnan og móttøka av burturkasti, og eftir hvørjum leisti kommunur skulu áseta reglur fyri, hvussu borgarar og vinna skulu handfara burturkast í sambandi við innsavnan ella avhendan til móttøkustøð.
  • Krøv til at móttøkustøð skulu hava umstøður til at taka ímóti, goyma og á annan hátt handfara teir burturkastsbólkar, sum kunngerðin ásetur, á ein hátt, so tilfar, sum kann endurnýtast ella endurvinnast, ikki fer fyri skeyti, so tað fer niður í burturkasstiganum.
  • Krøv til kommunurnar um, at tær skulu kunna almenningin um, hvussu burturkastsøkið verður fíggjað.
  • Serlig krøv um kortlegging, ætlan og handfaring av byggiburturkasti fyri bygningar og bygningsverk størri enn 250 fermetrar.
  • Krøv til vinnu og kommunur um skráseting av burturkasti sambært altjóða leisti.

Kunngerðin er til hoyringar til 20. september 2024

Landsætlanin fyri burturkast verður væntandi almannakunngjørd 1. januar 2025.

Kunngerðin kemur væntandi í gildi 1. januar 2026, so at stundir er hjá kommununum at gera eina kommunala ætlan fyri burturkast í 2025.

Tær ásetingarnar í kunngerðini, sum krevja størri íløgur at lúka, koma væntandi í gildi 1. januar 2030. Dømi um hetta eru ásetingar um móttøkupláss, tí tað verður helst neyðugt hjá summum kommunum at byggja nýggj móttøkupláss fyri at klára at handfara burturkast sambært kunngerðin og stevnumiðunum í landsætlanini.

 



Ummælisfreistin er farin
20.09.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
Umhvørvi
Slag
Kunngerð
Dagfesting
03.07.2024
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
HI
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Burturkast 030724