uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum

Heiti
uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum (Broytt krøv fyri at vera í fiskavirkisskipanini).
Frágreiðing

Sent verður til hoyringar uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum (Broytt krøv fyri at vera í fiskavirkisskipanini).

Stýrið fyri ALS hevur einmælt heitt á landsstýrið um at gera broytingarnar.

Stutt um galdandi skipan

Sambært kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum ber til at vera í og fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, um onki arbeiði er á fiskavirkinum, í upp til átta vikur. Um persónur fer til arbeiðis í ein tíma ella tveir í til dømis sjeyndu ella áttandu vikuni, verður tíðarskeiðið longt við átta vikum afturat. Fólk kunnu sostatt vera arbeiðsleys og hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í langa tíð. Tað er sera óheppið og ein andsøgn, at arbeiðsmegi á hendan hátt verður hildin í eini arbeiðsloysisskipan og eini vinnu, har tíðum lítið og einki arbeiði er, meðan arbeiðsloysið í Føroyum er met lágt, og stórur tørvur er á arbeiðsmegi í øðrum vinnum.

Samstundis er tað eisini ein bági fyri løntakaran at vera fasthildin í longri tíð í fiskavirksskipanini, har tað einans er gjørligt at fáa arbeiðsloysisstuðul í 32 tímar í mun til 40 tímar, sum tað verður útgoldið fyri í vanligu arbeiðsloysisskipanini.

Eins og í vanligu arbeiðsloysisskipanini er tað eitt krav, at persónar, ið eru í fiskavirkisskipanini, skulu vera tøkir fyri at verða mettir sum arbeiðsleysir og hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. Avbjóðingin við fiskavirkisskipanini er, at boðað verður frá afturvirkandi, um persónur hevur verið arbeiðsleysur eitt tíðarskeið. Tað merkir, at ALS veit ikki, fyrr enn tíðarskeiðið er farið, at persónurin hevur verið arbeiðsleysur. Tað hevur við sær, at tað illa ber til at bjóða hesum onnur leys størv, meðan viðkomandi er arbeiðsleysur í fiskavirkisskipanini.

Avleiðingar av broytingaruppskotinum

Stýrið fyri ALS mælir til at tillaga krøvini fyri at vera í fiskavirkisskipanini, soleiðis at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina og harvið fáa hægri útgjald og verða tøk til onnur størv. Ítøkiliga er talan um at áseta krav um, at í fýra vikur á rað skal persónur hava í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til. Annars verður viðkomandi ikki mettur sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum og fær ikki longur arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. Harumframt skulu tað ganga minst fýra vikur, frá tí at ein persónur er dottin úr fiskavirkisskipanini, til viðkomandi kann sleppa í fiskavirkisskipanina aftur. Dettur ein persónur úr fiskavirkisskipanini, tí viðkomandi ikki lýkur treytirnar um minst 16 arbeiðstímar í fýra vikur á rað, kann viðkomandi fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og/ella søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur, tá ið fýra vikur eru gingnar. Fer persónurin í vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber tað væl til hjá viðkomandi at fara til arbeiðis aftur á sama fiskavirkinum, samstundis sum viðkomandi er í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli ásetur, hvussu nógv kann verða arbeitt, samstundis sum viðkomandi fær lutvíst útgjald úr ALS.

Fíggjarligar avleiðingar

Tað er torført at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av ætlaðu broytingunum, tí at broytingarnar sannlíkt fara at hava við sær broyttan atburð hjá arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum. Sannlíkt fara tillagaðu krøvini at hava við sær, at fleiri fólk fara at detta úr fiskavirkisskipanini í vanligu arbeiðsloysisskipanina. Útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli verður harvið hægri, tí at vanligur arbeiðsloysisstuðul verður goldin fyri 40 tímar um vikuna, meðan fiskavirkisskipanin veitir arbeiðsloysisstuðul fyri 32 tímar um vikuna. Stýrið fyri ALS hevur gjørt av at strika bíðidagarnar, tá ið flutt verður úr fiskavirkisskipanini í vanligu skipanina, soleiðis at skiftið ikki førir til miss av arbeiðsloysisstuðli. Sannlíkt fara summi av teimum arbeiðsleysu á fiskavirkjum at fáa onnur størv og harvið ongan arbeiðsloysisstuðul. Yvirskipað verður mett, at fyrimunirnir við broytingunum standa mát við møguliga hægri útgjald av arbeiðsloysisstuðli.

Kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum sæst her: https://logir.fo/Kunngerd/161-fra-17-12-2009-um-utgjald-vm-av-arbeidsloysisstudli-til-arbeidsleys-a-fiskavirkjum

Ummælisfreistin er farin
14.06.2023
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
Arbeiðsloysisskipanin
Slag
Broyting í kunngerð
Dagfesting
19.05.2023
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
astridr@umhvorvi.fo
Tak niður
23 07555 4 Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Fiskavirkisskipanini 1318389 776344 0