Uppskot til broyting í løgtingslóg um Húsalángrunn
Endamálið við uppskotinum er at loysa Bústaðir frá kravinum um, at allar bústaðaverkætlanir skulu fremjast saman við øðrum íleggjarum.
Í verandi løgtingslóg um Húsalánsgrunn er ásett sum meginregla, at tá Bústaðir byggir bústaðir, so skal hetta gerast í samstarvið við aðrar íleggjarar. Í teimum førum, at aðrir íleggjarar ikki eru áhugaðir í at vera við í verkætlanum saman við Húsalánsgrunninum, hevur landsstýrisfólkið heimild at geva undantak frá kravinum um samstarv.
Kravið um samstarv ger, at Bústaðir skal brúka orku uppá at finna áhugaðar íleggjarar og at gera samstarvsavtalur við slíkar. Hesir íleggjarar hava sjálvandi fyrst og fremst fíggjarligan áhuga í at luttaka í verkætlanum saman við Bústøðum, og hesi atlit teirra eru ikki neyðturviliga sambærilig við endamálið hjá Bústøðum, sum er at fáa til vega eitt fjølbroytt útboð av bústøðum kring landið.
Við lógarbroytingini verður kravið um samstarv millum Bústaðir og aðrar íleggjarar tikið burtur, og av tí sama verður heimildin hjá landsstýrisfólkinum, at veita undantak frá hesum kravinum, strikað.
Tó at kravið um samstarv við aðrar íleggjarar verður tikið burtur, varðveitir Bústaðir kortini møguleikan at fara í samstarv við aðrar íleggjarar. Treytin um, at Bústaðir, tá samstarva verður við aðrar íleggjarar, skal virka eftir somu treytum, sum hinir íleggjararnir, verður eisini varðveitt.
Møguligar viðmerkingar til lógaruppskotið skulu sendast til umhvorvi@umhvorvi.fo