Uppskot til broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.) til hoyringar

Frágreiðing

Høvuðsendamálini við uppskotinum eru at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspeningi úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. og at geva nýútbúnum betri rættindir í Barsilsskipanini. Harumframt verða nakrar fylgibroytingar gjørdar orsakað av broytingum í aðrari lóggávu, og tí at nýggj KT-skipan verður ment til Barsilsskipanina.

Kunnað verður um, at politisk semja er um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu, har m.a. hesi evnir verða tikin upp: betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.

Hoyringarfreistin er sett til mánadagin 26. februar kl. 12:00.

Vinaliga sendið møguligar viðmerkingar til umhvorvi@umhvorvi.fo og cc til astridr@umhvorvi.fo

 

Ummælisfreistin er farin
26.02.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Dagfesting
14.02.2024
Samband
Umhvørvismálaráðið
Málsviðgjørt
ARØ
Tak niður
24 00911 1 Uppskot Til Broyting Í Barsilslógini. Hækkan Av Útgjaldshámarkinum, Barsilsp 1720063 984917 0 24 00911 6 Javntekstur Barsilslógin 1777426 1015255 0