02.01.2012 · Umhvørvismálaráðið

Yvirtøkan av Lív útsett til 1. juli

BankNordik og Vinnumálaráðið hava avtalað, at eigaraskiftið í tryggingarfelagnum Lív verður flutt til 1. juli 2012, meðan formliga umskipanin av felagnum heldur fram. Lív er í eini tilgongd við at nútímansgera pensjónsskipanina, og heldur hendan tilgongd eisini fram.

Vinnumálaráðið hevur valt tríggjar nýggjar limir í nevndina í Lív í skiftistíðarskeiðnum fram til eigaraskiftið í summar. Nýggju nevndarlimirnir eru Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Finn Danberg. Harumframt halda Gunnleivur Dalsgarð og Jógvan Mørkøre fram í nevndini umboðandi Ognarfelagið Lív.

Ognarfelagið Lív umboðar tryggingartakararnar og fær avhendað 50 % av partabrøvunum í Lív, tá eigaraskiftið fer fram. Nevndin hevur skipað seg við Finn Danberg sum formanni og Gunnleyg Árnafjall sum næstformanni.
 

Tað er framhaldandi ætlanin, at Johnny í Grótinum skal taka við stjórastarvinum í Lív í sambandi við eigaraskiftið í summar. Í tíðarskeiðinum fram til eigara- og stjóraskifti luttekur Johnny í Grótinum í arbeiðinum á Lív við formligu umskipanini og at fyrireika eigaraskiftið.

Nevndin hevur valt at seta Poul Christoffur Thomassen sum settan stjóra fyri Lív til yvirtøkudagin. Poul Christoffur hevur starvast sum ábyrgdarhavandi aktuarur í felagnum seinastu árini.