Í sambandi við at bjóða Føroyar sum eitt royndarland vóru landsstýrisfólkini Johan Dahl og Annika Olsen saman við SEV á vitjan hjá Dong.
Í sambandi við at bjóða Føroyar sum eitt royndarland í ymsum sambandi og í hesum førinum, har royndir verða gjørdar við el-bilum, vóru landsstýrisfólkini Johan Dahl og Annika Olsen mánadagin 14. des. saman við SEV á vitjan hjá Dong.
Dong greiddi frá ætlanum teirra at leggja teirra orkuframleiðslu um til alt meira framleiðslu úr varandi orkukeldum.
Eisini varð komið inn á verkætlanina Grani, ið er eitt samstarv millum SEV og Dong. Henda verkætlanin er ein týðandi partur, tá tað snýr seg um at umleggja orkunýtsluna, so vit eru før fyri at brúka orku frá varandi orkukeldum.
Landsstýrismaðurin fegnast um hetta tiltakið at brúka Føroyar sum royndarland og um okkara íkast til at menna eina integreraða skipan við grønari orku frá framleiðslu til nýtslu.