23.11.2012 · Umhvørvismálaráðið

Vitjan av hálendska sendiharranum í Danmark

Vitjan av hálendska sendiharranum í Danmark

Seinnapartin í gjár vitjaði Eddy Middeldorp, hálendskur sendiharri í Danmark, Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.

Á fundinum luttók eisini Hanus Hansen, ið júst er tilnevndur hálendskur konsul.
 
Á fundinum nýtti landsstýrismaðurin høvi at kunna sendiharran um føroyskt vinnulív, serliga alivinnu, fiskivinnu og ferðvinnu, eins og landsstýrismaðurin greiddi frá átøkunum innan orkuøkið og um ta verkætlan um fólkavøkstur, ið júst er byrjað. Somuleiðis varð møguleikin at økja um samhandilin millum Føroyar og Háland umrøddur.