11.03.2010 · Umhvørvismálaráðið

Vitjan av amerikonsku sendikvinnuni Laurie S. Fulton

Vitjan av amerikonsku sendikvinnuni Laurie S. Fulton

Johan Dahl, landsstýrismaður, og fólk úr føroysku vinnuni hava í dag havt fund við amerikonsku sendikvinnuna Laurie S. Fulton

Sendikvinnan varð kunnað um vinnuliga samstarvið millum USA og Føroyar, og hvørjar møguleikar vinnan sá fyri sær av møguleikum.

 

Eisini varð tosað um ítøkilig átøk, bæði tá tað snýr seg um at menna verandi samstarv millum londini bæði, og um nýggj vinnulig átøk herundir eisini innan vinnuliga gransking, umframt eisini møguleikan at Føroyar kann gerast eitt testland innan ymisk økir – í fyrsta umfari innan grøna teknologi, t.d. sum royndarland fyri el-bilar.

 

Avtalað varð, hvussu partarnir kunnu samtarva um hesar ætlanirnar.