23.07.2010 · Umhvørvismálaráðið

Vitjan av amerikansku sendikvinnuni Laurie S. Fulton og danska vinnulívsmanninum Jørgen M. Clausen

Amerikanska sendikvinnan Laurie S. Fulton og kendi danski vinnulívsmaðurin Jørgen Mads Clausen á vitjan í Føroyum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fær sunnudagin stórfingna vitjan av amerikansku sendikvinnuni í Danmark, Laurie S. Fulton og kenda danska vinnulívsmanninum Jørgen Mads Clausen.
Endamálið við vitjanini hjá sendikvinnuni er at kunna seg meira um føroyskt vinnulív og at uppbyggja handilssambond millum Føroyar og USA. Sendikvinnan fer á ferðini í Føroyum at vitja fleiri føroyskar fyritøkur.
Fyrst í næsta ár er ætlanin at Invest.fo saman við danska vinnuhúsinum (DI) skipa fyri vinnuferð til USA, har amerikanska sendikvinnan og landsstýrismaðurin í vinnumálum beina vegin fyri handilssambondum landanna millum, samstundis sum føroyskar og danskar fyritøkur møtast.
Jørgen Mads Clausen hevur leingi verið ein av leiðandi vinnulívsmonnunum í Danmark. Hann er millum annað kendur sum stjóri á Danfoss og nevndarformaður í Dansk Industry. Harumframt hevur hann í mong ár arbeitt við at betra um korini hjá íverksetum í danska samfelagnum. Jørgen Mads Clausen fer á føroyavitjanini at vitja føroyskar fyritøkur og at geva íverksetaraumhvørvinum í Føroyum íblástur.
Í sambandi við vitjanirnar skipar landsstýrismaðurin í vinnumálum fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum mánadagin frá kl. 10.00 til 13.00. Sendikvinnan og Jørgen Mads Clausen fara at halda fyrilestrar og fleiri føroyskar fyritøkur fara at hava framløgur um teirra virksemi. Tey, ið ynskja at vera við til fyrilestrarnar, verða biðin at tekna seg á 556090. Skrá fyri dagin liggur á www.vmr.fo
Skrá fyri dagin:
  
Ambassadør Fulton og Jørgen M. Clausen
mánadagin 26. juli kl. 10-13 í Norðurlandahúsinum
 
Johan Dahl bjóðar vælkomin
 
Framløgur
 
Ambassador Fulton
Christian Nagata
Guðrun & Guðrun
Green IQ
Jørgen M Clausen
Vága Floghavn
Decision 3
 
Miðmáli og óformligt prát