Landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, sigur í hesum sambandi: “Eg fegnist um, at virksemið nú er umlagt, og vænti, at tað verður ein fyrimunur fyri brúkararnar hjá floghavnini, at virksemið verður rikið í partafelagsformi
Norðurlandaráðharrarnir fyri jarðar-, fiski-, ali- og matvøruvinnu hittust á árliga summarfundinum í Växjö í Svøríki 25. – 27. juni.
Ráðharrarnir viðgjørdu millum annað djóravernd og matvøruframleiðslu, merking av fiski, spurningar viðvíkjandi kópaveiðu og norðurlendska ílegusamstarvið.
Norðurlendsku ráðharrarnir góðkendu hesi skjølini:
Ráðharratilmæli um djóravernd og matvørur
Ráðharratilmæli um kópin og samfelagið
Ráðharratilmæli - Burðardygg veiða tryggjar framtíðarinnar mat
Í sambandi við ráðharrafundin vóru verkstovur um burðardygga veiðu, um avleiðingarnar og avbjóðingarnar av veðurlagsbroytingum fyri norðurlendska fiski- og matvøruvinnu, um aling á landi og um verkætlanina “Ny Nordisk Mat”.
Á ráðharrafundinum greiddi Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, frá, hvønn týdning alivinnan hevur fyri føroyska búskapin, og at skipanin av alivinnuni er grundað á atlitini til djóratrivnað, at forða fyri spjaðing av sjúkum og minst møguligt árin á umhvørvið. Hon fegnaðist um frágreiðingina, ið Áland tók stig til, um aling á landi, og legði dent á týdningin av norðurlendskum samstarvi innan gransking í alivinnuni, har Føroyar fegnar vilja vera virknar.
Í sambandi við kjakið um merking av fiskavørum gjørdi landsstýriskvinnan vart við, hvussu umráðandi tað er, at Norðurlondini finna ein felags leist fyri einfaldari merkiskipanum, so bæði vinnan og brúkarin ikki villast í alsamt vaksandi útboðnum av ymiskum merkjum á fiskavørum.
Til ber at lesa meira um norðurlendska ráðharrafundin á:
www.norden.org
Vinnumálaráðið 356060