13.01.2015 · Umhvørvismálaráðið

Virðing skal standa um flóttafólkaspurningin

Útlendinga- og flóttafólkamál eru ein ovurstór fíggjarlig, fyrisitingarlig og menniskjalig avbjóðing, sum ikki skal misbrúkast í flokspolitiskari togtogan ella sum fótatraðk í fjølmiðlum.

Orðaskiftið um, hvørt Føroyar skulu taka móti flóttafólkum, er í hæddini, og sum landsstýrismaður í útlendinga- og flóttafólkamálum loyvi eg mær at gera nakrar fáar viðmerkingar til málið.

Í øllum kjakinum, sum verið hevur, serliga um flóttafólk, er umráðandi, at øll vanda sær um orðini og halda eitt ávíst støði. Ikki minst hava fjølmiðlar skyldu at finna og halda kamartónan.

Orðaskiftið um ein so týðandi spurning sum útlendingar og flóttafólk er umráðandi, men tað eigur at standa stór virðing serliga um flóttafólkaspurningin – ikki minst í einari tíð, har talið av flóttafólkum í heiminum er størri enn so mangan áður.

Trý sløg av tilflytarum

Tað tykist tíverri, sum bland er komið í hugtøkini í orðaskiftinum um útlendingar og flóttafólk, og tí er hóskandi at fáa tey upp á pláss.

Útlendingamál eru ríkismál, og ríkismyndugleikarnir taka formliga avgerðirnar á útlendinga- og flóttafólkaøkinum, herundir hvør ið kann fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.

Í praksis hava føroyskir myndugleikar tó stóra ávirkan á hesar avgerðir. Vanliga biðja ríkismyndugleikarnir føroyskar myndugleikar gera viðmerkingar til málini, áðrenn avgerðirnar verða tiknar.

Hóast hon fær ákoyringar, tykir mær, at hetta er ein góð skipan, sum tryggjar, at øll, ið søkja um uppihald í Føroyum, fáa eina seriøsa viðgerð eftir galdandi lóg.

Sambært útlendingalógini eru í høvuðsheitum tríggir hættir at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Vit kunnu siga, at lógin definerar trý sløg av tilflytarum, ið kunnu fáa uppihaldsloyvi her hjá okkum:

Útlendingar, ið hava fingið arbeiði í Føroyum

  • Útlendingar, ið eru familjusameindir við føroyskan hjúnafelaga

  • Flóttafólk, t.v.s. útlendingar, ið lúka treytirnar í ST- flóttafólkasáttmálanum frá 1951

Sostatt fevnir útlendingaøkið bæði um teir meira “vanligu” tilflytararnar og um flóttafólk.

Flóttafólk eru í serstøðu

Felags fyri teir báðar fyrstu bólkarnar – tey við arbeiði og tey familjusamanførdu – er, at hesi fólk hava nakað at koma til í Føroyum.

Tey við arbeiðsloyvi hava arbeiði, arbeiðsgevara og fáa løn o.a. eftir sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ein familjusamanførdur tilflytari hevur ein forsyrgjara, ið hevur skyldu til at taka sær av viðkomandi, og tað er eitt krav, at tann familjusamanførdi hevur eitt stað at búgva í her í Føroyum.

Øðrvísi er við triðja bólkinum, ið eru flóttafólk.

Flóttafólk rýma vanliga undan politiskari, etniskari ella átrúnaðarligari forfylging, og tey hava onki at koma til. Tey standa á berum og eru sárbær. Einki arbeiði er til teirra frammanundan, og neyvan kenna flóttafólk nakran her heldur.

Tí eru flóttafólk eisini fullkomiliga bundin av tí, sum almennu myndugleikarnir í móttøkulandinum kunnu bjóða teimum, inntil flóttafólkini kunnu venda aftur til heimlandið, ella tey fáa varandi loyvi at vera í Føroyum.

Ríkismyndugleikarnir siga seg ikki at hava kunnleika til at flóttafólk er komið til Føroya, síðani Føroyar í 1962 blivu fevndar av ST- flóttafólkasáttmálanum. Viðkomandi reglur í útlendingalógini eru tí ongantíð royndar í praksis.

Danmark hevur heldur ongantíð tikið ímóti sonevndum kvotaflóttafólkum við tí fyri eyga, at tey skulu staðsetast her í Føroyum. Kvotaflóttafólk eru slík, sum eftir avtalu við ST kunnu býtast eftir kvotum millum tey ymsu ST-limalondini.

Ovurstór avbjóðing

Í veruleikanum er talan um eina ovurstóra avbjóðing, um Føroyar skulu taka móti flóttafólkum, so sum summi tala fyri í hesum døgum. Eitt ómetaliga stórt “apparat” – ein sonn flóttafólkatilbúgving – skal skipast, um flóttafólk í nakran serligan mun skulu kunna koma til Føroya at uppihalda sær í styttri ella longri tíð.

Eitt er, at tey hava grundleggjandi tørv á tryggleika, mati og klæðum. Men longu tá ið flóttafólk skulu hava tak yvir høvdið – hús, íbúðir e.l. – koma fyrstu trupulleikarnir. Hvar og hvussu skulu tey hýsast?

Integratiónsálitið frá 2011 vísir á aðrar og sera tungar avbjóðingar.

Flest øll flóttafólk hava tørv á samansettari viðgerð, tá ið tey eru komin til landið. Tey hava verið fyri sálarløstandi upplivingum. Hetta er ein treyt fyri at verða viðurkend sum flóttafólk. Ofta hava tey eisini verið fyri skipaðari og áhaldandi píning. Ofta hava tey eisini ymiskar sjúkur, ið ikki eru vanligar um okkara leiðir.

Í integratiónsálitinum stendur soleiðis: “Teimum tørvar tí viðgerð, oftast psykiatriska og sosialfakliga viðgerð, umframt likamliga heilsuviðgerð (ein partur av kvotaflóttafólkunum skal vera fólk við serliga viðgerðakrevjandi sjúkum), ið Føroyar í flestu førum ikki fara at megna at veita, tí neyðugu førleikarnir eru ikki í landinum”.

Afturat hesum kemur t.d. øll integratiónin av flóttafólkunum. Tey skulu, so ella so, fáast at virka í samfelagnum, so leingi tey eru í landinum. Hetta, at fáa útlendingar, helst við fremmandamálum og við djúpum sárum í sálini út í samfelagið at vera saman við íbúgvum landsins, er ein nógv størri avbjóðing, enn fólk flest munnu geva sær far um.

Her havi eg ikki verið inni á teimum umsitingarligu avbjóðingunum, sum í sambandi við flóttafólk eru heilt ómetaliga tungar og ressursukrevjandi. Málsviðgerðir av umsóknum um friðskjól eru í serklassa umfatandi og tíðarkrevjandi.

Og her havi eg als ikki nevnt nakað um, hvør kostnaðurin av øllum hesum er ella kann gerast. Tað veldst um, hvussu nógv flóttafólk, talan kann gerast um, og hvørja tilbúgving, Føroyar skulu hava.

Tó eigur ongin at ivast í, at talan kann gerast um stórar milliónaupphæddir í útreiðslum.

Vit eiga at hjálpa flóttafólkum

Føroyar eru, sum er, ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki.

Bert hetta, at ongin flóttafólkatilbúgving eksisterar í Føroyum – og at ongir pengar eru til hesa uppgávuna – ger tað ógjørligt at taka móti flóttafólkum í nakran serligan mun og tali.

Hóast hetta, so er mín hugsan, at Føroyar eiga at hjálpa á flóttafólkaøkinum í tann mun, tað letur seg gera.

Kjakið seinastu dagarnar hevur fyrst og fremst snúð seg um, hvørt vit skulu taka ímóti flóttafólkum ella ikki.

Tær fáu loysnir, sum hava verið skotnar upp í seinastuni, hava millum annað snúð seg um at hækka játtanina til menningarhjálp og at hjálpa flóttafólkum í nærumhvørvinum. Aðrir møguleikar finnast eisini.

Tað liggur á Vinnumálaráðnum og undirritaða sum landsstýrismanni í útlendinga- og flóttafólkamálum at koma við einum útspæli. Í løtuni verða ymsir møguleikar umhugsaðir og vendir.

Eg havi nakrar tankar um gongdar leiðir í mun til flóttafólkaspurningin, har tikið verður atlit til føroysk viðurskifti. Hesum tankum, sum arbeitt verður við, ætli eg mær at greiða nærri frá í næstum.

Ímeðan heldur orðaskiftið fram – vónandi í størstu virðing fyri flóttafólkaspurninginum.

Johan Dahl

landsstýrismaður