Samanumtikið eri eg glaður fyri, at Arbeiðsgevarafelagið tekur hesi týðandi viðurskifti upp, og mín partur skal ikki liggja eftir, tá tað snýr seg um at orða vinnupolitikk og vinnugreinapolitikk og at skapa góðar og stabilar karmar fyri vinnuna.
Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verða viðgjørd ymisk vinnupolitisk viðurskiftir. Lat meg beinanvegin gera greitt, at eg taki fult undir við sjónarmiðum Arbeiðsgevarafelagsins, at vinnumál liggja ov spjadd, og at tað hevði verið lættari at stungið út vinnupolitisku kósina, var hetta ikki so.
Vinnupolitikkurin í síni tíð og vinnugreinapolitikkirnir eru gjørdir í forstáilsi við partarnar í vinnuni, og kanska høvdu generellu vinnupolitikkurin og vinnugreinapolitikkirnir ikki verið so nógv øðrvísi, vórðu teir eindurskoðaðir, ikki tí, tað er skilagott at endurskoða tey ymsu viðurskiftini við jøvnum millumbili.
Sum sagt, so hevur verið gott samstarv millum vinnuna og tað almenna, tá tað snýr seg um at leggja karmarnar fyri vinnuligum virksemi til rættis. Kanska tað er hesum báðir partar skulu arbeiða meira við. Ásannast skal tó, at tað er fyri neyðini at formulera vinnugreinapolitikk innan fiskivinnu og herundir matvøruframleiðslu.
Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá sagt verður, at tað er ein breið fatan millum politikarar, at nú skulu vinnumálini savnast og skipast betur. Kanska vinnan eisini kundi gingið saman um at skipa seg betur, soleiðis at vinnusjónarmiðini á sjónum og á landi vóru betur samskipað, eins og tey fyrr vóru. Eins og bureaukratiið kann vaksa, og tað kann ganga afturá innan almennu umsitingina, sama kann henda innan vinnuligu organisatiónirnar, verður ikki ansað eftir har eins og við viljanum at samstarva.
Nakað verður eisini gjørt burtur úr gjøldum, ið áløgd eru vinnuni, og mælt verður til, at hesi verða brúkt til at menna vinnuna, heldur enn bara at fara í landskassan. Tað eru bert nakrir heilt fáir mánaðir síðan, at fundir vóru við Vinnuhúsið um hesi viðurskiftir, og tá var ynskt, at skuldu gjøld áleggjast, skuldi hetta vera skattur, og at onki skuldi verða ásett um at menna vinnu við hesum gjøldum.
Men nú skal hetta ikki skiljast sum eitt álop frá mínari síðu, men bert at vísa á, at tað er sera umráðandi, at sjónarmiðini eru konsistent og ikki skifta alt ov ofta, tí tá verður ikki lætt at skapa stabilar karmar.
Samanumtikið eri eg glaður fyri, at Arbeiðsgevarafelagið tekur hesi týðandi viðurskifti upp, og mín partur skal ikki liggja eftir, tá tað snýr seg um at orða vinnupolitikk og vinnugreinapolitikk og at skapa góðar og stabilar karmar fyri vinnuna.
Johan Dahl
landsstýrismaður