Vinnumálaráðið vísir skuldsetingum aftur í frágreiðing til Fíggjarnevndina
Vinnumálaráðið hevur í kvøld (17.12.2013) sent Fíggjarnevnd Løgtingsins viðmerkingar til ein teldupost frá fíggjarleiðaranum á Strandfaraskipum Landsins til Fíggjarnevndina, dagfestur 15. desember 2013.
Í viðmerkingunum frá Vinnumálaráðnum verður m.a. afturvíst, at týðandi upplýsingar skuldu verið hildnar aftur fyri Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av uppskotinum til fíggjarløgtingslóg 2013 og 2014.
Viðmerkingarnar frá Vinnumálaráðnum innihalda eisini dokumentatión fyri, at pástandir í nevnda telduposti ikki hava hald í veruleikanum.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Bogi Mortensen, hevur í dag boðað frá, at hann er sjúkrameldaður í tríggjar vikur. Tí hevur landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, sett Hans Jóhannes á Brúgv sum settan stjóra í nevnda tíðarskeiði.
Fyri at fáa fulla greiðu á fíggjarstøðuni hjá SSL er grannskoðarin hjá stovninum biðin um gera upp støðuna hjá Strandfaraskipum Landsins. Hendan frágreiðingin verður væntandi tøk fríggjadagin.
Viðmerkingar Vinnumálaráðsins, sum eru latnar Fíggjarnevndini, eru til taks hjá fjølmiðlum og almenningi á www.vmr.fo
Skriv til Løgtingsins Fíggjarnevnd viðvíkjandi játtanini til Strandfaraskip Landsins