21.01.2013 · Umhvørvismálaráðið

Vinnumálaráðið sera fegið um virðismiklar afturmeldingar

- Vit eru takksom fyri, at fólk taka sær tíð til at senda Vinnumálaráðnum síni sjónarmið um, hvussu Føroyar kunnu skapa fólkavøkstur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

Í eina viku hava føroyingar havt møguleika at siga Vinnumálaráðnum sína hjartans meining um Føroya størstu avbjóðing: Fólkafráflytingina og harav minkandi fólkatalið.

Hetta hevur verið møguligt umvegis heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum, og har hava hópin av borgarum sent ráðnum hugsanir og hugskot um, hvussu stóra avbjóðingin kann loysast.

- Bæði arbeiðsbólkurin, sum situr og viðger evnið, og eg sjálvur eru sera fegin, at so nógv hava sent okkum sera viðkomandi viðmerkingar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

- Tað kennist á teimum tekstum, ið fólk hava latið okkum, at fólkaflytingin og manglandi fólkavøksturin upptekur fólk. Hesum hava vit stóra virðing fyri. Hetta gevur okkum áræði at gera eitt gott arbeiði, og síðani mugu góð og neyðug stig takast, so vit koma á beint aftur, sigur Johan Dahl.

Johan Dahl takkar øllum - bæði úti og heima - ið hava tikið sær tíð til at koma við sjónarmiðum, hugskotum og góðum ráðum.

Ein bólkur, sum landsstýrismaðurin hevur sett, arbeiðir við at gera eina heildarætlan fyri, hvussu fólkaflytingin kann steðgast og fólkavøkstur skapast. Afturmeldingarnar, ið fólk senda Vinnumálaráðnum, verða viðgjørdar í sambandi við arbeiðið við heildarætlanini.

Arbeiðsbólkurin skal lata Landsstýrið eina frágreiðing og tilmæli tann 1. apríl 2013.

Fólk hava framvegis høvi at koma við hugsanum og hugskotum á hesi slóð: www.vmr.fo/folkaflyting