Vinnumálaráðið raðfestir átøk í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur
Vinnumálaráðið setti í verk arbeiðið at gera eina heildaræltan um fólkaflyting og fólkavøkstur og varð hon løgd fram í apríl mánaði í ár.
Eftir hetta hevur verið arbeitt í Vinnumálaráðnum við at seta í verk átøk í heildarætlanini, sum Vinnumálaráðið varðar av.
Sum dømi kann nevnast, at seinni í ár verður uppskot til broytingar í lógini um barsilsskipan løgd fyri Løgtingið. Hetta er liður í at gera skipanina kappingarføra við tær, sum eru í øðrum norðurlondum. Harumfram, skulu umstøðurnar at fáa børn í Føroyum verða so góðar sum til ber.
Átakið at betra um møguleikar at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya hevur týdning fyri føroyskt vinnulív. Hetta serliga tá útboðið av føroyskari arbeiðsmegi er avmarkað, nú so nógv starvast uttan fyri landoddarnar. Arbeiðið at seta í verk hetta átakið er farið í gongd og er komið væl áleiðis.
Eitt annað átak, sum Vinnumálaráðið hevur arbeitt við, er møguleikin hjá føroyingum, sum eru búsitandi í Danmark, at fáa arbeiðsloysisstuðul úr donskum A-kassa at koma til Føroya í tríggjar mánaðir at leita eftir starvi. Hetta arbeiðið er farið í gongd og samstarva føroyskir myndugleikar við danskar myndugleikar um hetta mál.
Vinnumálaráðið er eisini farið í holt við ein nýggjan vinnupolitikk. Vinnupolitikkurin skal vera við til at skapa karmar kring vinnuna og arbeiðspláss her á landi.
Eisini staðfesti heildarætlanin, at gransking vísir, at kvinnur hava verri við at støðast í útjaðara- og veiðisamfeløgum. Felags eyðkenni fyri hesi samfeløg er, at stórur munur er á leiklutunum hjá kvinnum og monnum. Í tí sambandi kann ein javnstøðupolitikkur vera við til at skapa bestu karmar fyri eitt samfelag, har kvinnur og menn støðast eins væl.
Bæði vinnupolitikkurin og javnstøðupolitikkurin verða klár í 2014.