27.05.2014 · Umhvørvismálaráðið

Vinnulívsseminar í Norðurlandahúsinum

Vinnulívsseminar í Norðurlandahúsinum

Vinnumálaráðið skipar í dag fyri vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum.

Endamálið við seminarinum er at skapa vinnusamband millum svenskar og føroyskar fyritøkur.

Fyritøkurnar, sum luttaka úr Svøríki, eru Volvo Group Trucks, Fiskareföreningen Norden, NIBE, Orkla Foods Sverige, NCC, Saab og SEB Banken. Fleiri enn 20 føroyskar fyritøkur luttaka, eitt nu Articon, Varðin Pelagic, Bakkafrost, Skansi Offshore, North Pelagic og El-Service.

Ewa Björling, svenskur handilsmálaráðharri, stendur á odda fyri svensku handilsdelegatiónini. Meðan hon er í Føroyum luttekur hon eisini sum norðurlendskur samstarvsmálaráðharri á ráðstevnu um javnstøðu, sum Vinnumálaráðið skipar fyri.

Um hugt verður at hagtølunum fyri samhandli landanna millum sæst, at innflutningurin úr Svøríki er á leið 250 mió. kr., meðan útflutningurin einans er 125 mió. kr.

Johan Dahl, landsstýrismaður, vísir á, at tað er umráðandi at arbeiða fyri at økja samhandilin og við tí eisini at økja um útflutning okkara til Svøríki.