Í summum førum eru umstøðurnar hjá føroysku vinnuni verri enn aðrastaðni, men í øðrum eru umstøðurnar betri. Hetta seinna gloymir Vinnuhúsið – vónandi ikki við vilja. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, ið fegin vil halda fram at arbeiða saman við umboðum fyri vinnuna fyri at betra vinnuligu umstøðurnar.
- Tað er áhugavert at hoyra sjónarmið frá umboðum fyri vinnuna, men Vinnuhúsið hyggur bert við øðrum eyganum. Tí gerst myndin av vinnupolitikkinum heldur einføld. Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í eini viðmerking til sjónarmið, ið Vinnuhúsið hevur sett fram um vinnupolitikkin hjá Føroyum.
Landsstýrið lurtar
Landsstýrismaðurin vísir á, at grundarlagið undir førda vinnupolitikkinum er hitt sama, sum á sinni varð gjørt, m.a. saman við táverandi umboðum úr Vinnuhúsinum.
- Landsstýrið lurtar eftir og samstarvar við vinnuna, undirstrikar Johan Dahl.
Vinnumálaráðið hevur - saman við umboðum frá eini røð av vinnuvirkjum og Vinnuhúsinum - og við støði í vinnupolitikkinum lagt eina ætlan til rættis fyri at skapa vøkstur og virksemi. Komið er væl áleiðis við fleiri av ætlaðu tiltøkunum.
Harumframt er farið undir at skapa karmar fyri at menna føroyska sjóvinnu av álvara. Hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við felagsskapir innan vinnuna. Eisini verður hildið áfram at útvega føroysku alivinnuni betri umstøður og ekspansiónsmøguleikar.
- Hitt almenna og vinnan hava í góðum samstarvi ment alivinnuna til at vera ein hin fremsta í altjóða høpi. Tað nevnir Vinnuhúsið ikki, sigur Johan Dahl.
Vil framhaldandi samstarva
Sum heild eru føroysku vinnukarmarnir á hædd við londini kring okkum. Eitt nú leggja Føroyar ómetaliga fá avgjøld á vinnuna sammett við onnur lond. Hinvegin manglar enn nakað á øðrum økjum. Landsstýrismaðurin ætlar at halda fram við arbeiðinum at menna vinnukarmarnar – eisini í samstarvi við vinnu og vinnuumboð.
- Vónandi vil Vinnuhúsið vera við í menningararbeiðinum, tí brúk er fyri góðum kreftum. Men tað hevði klætt Vinnuhúsinum at latið bæði eygu upp og fingið eina rættvísandi mynd av vinnukørmunum í Føroyum og arbeitt sakliga mótvegis myndugleikunum og konsekvent fyri áhugamálum limanna, sigur Johan Dahl.
Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Vinnumálaráðnum, tel 306600.