Í døgunum 31. oktober til 4. november skipar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í samstarvi við Vinnuhúsið fyri vinnuferð til Kina.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer at standa á odda fyri føroyska sendiliðnum, har ið eisini umboð fyri Vinnuhúsið og føroyskar fyritøkur luttaka. Endamálið er at fáa innlit í kinverska marknaðin, umframt at hava fundir á myndugleikastigi. Fleiri av fyritøkunum luttaka eisini á fiskivinnumessuni China Fisheries & Seafood Expo í Qingdao, ið er størsta fiskivinnumessa í Asia.
"Kina er ein alsamt vaksandi marknaður, ikki minst fyri føroyskan útflutning." Sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
"Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur uppraðfest vinnulig tiltøk úteftir, og henda vinnuferð er partur av hesum átaksøki.”