Johan Dahl, landsstýrismaður, setti Vinnudagin 2009
At seta vinnudagin 2009 er ein heiður, sum eg takki fyri.
Hetta er dagurin, tá vinnulívsfólk úr øllum landinum koma saman at fáa nýggjan íblástur og at tosa um møguleikarnar fyri framman.
Júst hetta er tað mest týðandi í vinnulívinum - at síggja møguleikar, har onnur síggja forðingar, og at taka við avbjóðingunum á vegnum frameftir.
Í heimsfevnandi búskaparkreppuni eru nógvir møguleikar. Tá fortreytirnar brádliga broytast, ræður um at halda høvdið kalt, og at síggja møguleikarnar, sum í krepputíðum kunnu tykjast fjaldir - serliga tá onnur royna at loysa trupulleikar úr fortíðini við gomlum amboðum, er snilt at taka við nýggjum avbjóðingum á ein nýggjan hátt.
Føroyingar eru vanir við stór búskaparlig sveiggj. Soleiðis hava korini altíð verið her hjá okkum – í fiskivinnuni, alivinnuni og í handverksvinnunum. Hetta er ein fortreyt, vit liva undir, og vit eiga nú at brúka okkara drúgvu royndir til at laga vinnuna til broyttar umstøður. Við góðum treysti skulu vit síggja verandi vinnur við nýggjum eygum, og vit skulu troyta nýggju møguleikarnar, ið globali marknaðurin letur upp fyri okkum.
- - -
Ein av hesum møguleikunum, ið ofta hevur verið umrøddur, men sum ikki rættiliga hevur eydnast enn, er at bjóða Føroyar – fyritøkur og brúkarar – fram sum royndarland fyri nýggj vinnulig frambrot á heimsmarknaðinum.
Bera vit okkum skilagott at og standa saman um málið, kann land okkara gerast eitt slag av rannsóknarstovu á alskyns økjum. Um vit vilja, kunnu vit gerast royndarland innan ílegutøkni, kunningar- og samskiftistøkni, nýggjar orkuloysnir og – ikki minst – innan cleantech, sum í hesum døgum stendur ovast á breddanum nógvastaðni.
Cleantech kann í stuttum lýsast sum nýggj tøkni, ið ger, at vit kunnu varðveita livistøðið og betra lívsgóðskuna, samstundis sum vit verja umhvørvið.
Vit eru so heppin, at nú allur heimurin stendur fyri ovurhonds stórum umhvørvisligum avbjóðingum, eru vit kanska eitt tað besta staðið í heiminum at royna nýggjar cleantech-loysnir í. Júst hetta, at vit eru fáment, isolerað, men kortini eitt fult útbygt og framkomið land, gevur okkum heilt serligar fyrimunir at gera royndir við nýggjari tøkni í fullum skala.
Eitt nú vita vit, at tað ber til at økja munandi um grønu orkuna í Føroyum. Men av tí, at vit ikki eru samanbundin við el-net í øðrum londum, mugu vit finna aðrar vegir at fáa til vega alla ta grønu, men óstøðugu orku, sum vit megna at framleiða. At goyma streym í el-bilum, og seinni eisini í el- ella vetnisriknum bátum og skipum, kann gerast ein loysn fyri okkum, sum eisini kann nýtast úti í heimi.
Vit vita eisini, at tað ber til at økja munandi um framleiðsluna av grønari orku í Føroyum. Trupulleikin er, bæði hjá okkum og nógva aðrastaðni í heiminum við, at fáa alla hesa óstøðugu orku til høldar. Ein trupulleiki sum møguliga kann loysast rættiliga einfalt við at brúka el-bilar sum orkugoymslu - og við at pumpa brúkta vatnið frá turbinunum niðan aftur í vatngoymslurnar við vindmegi fyri so at brúkast umaftur.
Føroyar eru - við sínum veðurlagi og stuttu strekkjunum – sum skraddaraseymaðar til el-bilar, og áhugin er longu stórur at nýta Føroyar sum royndarland.
Eg eri sannførdur um, at vit eiga at taka hesa avbjóðingina upp á okkum, og at vit eiga at skapa umstøður til, at sum mest av samferðsluni í Føroyum verður el-rikin um heilt fá ár. Og samstundis skal grøna orkuveitingin útbyggjast so skjótt, sum vit orka.
Málið kann vera, at Føroyar verða tað landið, ið allur heimurin leitar til, tá um ræður at royna nýggja tøkni innan grøna orkuframleiðslu og tól, ið nýta alternativar orkukeldur.
Áður er fleiri ferðir víst á, at Føroyar eisini innan ílegu- og biotøkni eru framúr væl egnaðar sum royndarland. Skulu vit gera okkum galdandi á hesum økjum, mugu vit fyrst skapa grundarlag fyri einum góðum framtíðar granskingarumhvørvi.
Við støði í P/F Fiskaaling, og í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið, heilsuverkið og Havstovuna, hava vit byrjanina til tað, sum kann gerast eitt náttúrutøkniskt granskingarumhvørvi í heimsflokki.
Í dag er granskingin tó alt ov spjadd, ov lítið sjónlig, og illa útgjørd. Skal vinnugransking mennast, er týðandi, at hon fær nøktandi karmar. Og eg haldi tí, at vit eiga at taka stigið fult út nú, og byggja granskaraparkina, sum so leingi hevur verið ávegis.
Tá vit brynja okkum til framtíðina, er eisini sera umráðandi, at verandi vinna fær treytir at virka undir, ið gevur henni skotbrá til umstilling og endurnýgging.
Eitt nú er umráðandi, at føroysk byggivinna fær umstøður at mennast, og at skipasmíð ikki fer fyri bakka. Tí tann førleikin, sum føroyskir handverkarar, maskinmeistarar, verkfrøðingar og onnur hava fingið í verandi vinnunum, verður eisini tørvur á, tá vit skulu taka til okkum nýggja tøkni og verða við til at menna heiminum nýggjar loysnir.
Hetta hava vit sæð í teimum nýggju uppfinningunum og framleiðslunum, sum føroyingar eru farnir undir seinnu árini. Royndir – serliga úr sjóvinnuni – saman við nýggjari akademiskari vitan og góðum handverki liggur til grund fyri flest øll nýbrot seinnu árini.
Sum dømi kunnu nevnast orkusparandi trollemmar, nýggir trolgrunnar, sum bæði spara havbotnin og orku, og eisini high-tech verkætlanir, sum tann hjá Decision 3, ið bleiv heiðrað sum ársins átak í fjør.
Men hóast hugskotini eru nógv og dirvið stórt hjá slóðarum, so er alt ov lítið av váðafúsum kapitali í Føroyum.
Hugskotini, sum í dag geva størstan ávøkst, finna vit ofta í teimum djarvastu og mest nýhugsandi verkætlanunum. Hesar verkætlanirnar hava sera stóran váða, og kanska er ikki meira enn ein út av tíggju, sum ber seg. Men tær sum bera til, kunnu afturfyri geva nóg mikið av sær, til at gjalda fyri allar hinar.
Hesa uppgávu lyftir privati marknaðurin ikki sjálvur, hvørki í Føroyum ella úti í heimi, og tí má tað almenna hava ein virknan leiklut í nýskapandi íverksetan. Eg havi tí sett arbeiði í gongd at gera uppskot til, hvussu sáð-kapitalur kann útvegast teimum mest nýskapandi verkætlanunum í Føroyum, so tær kunnu búnast og gerast lønandi vinnur.
Einsamalt er hetta tó ikki nóg mikið. Skulu størstu vakstrarmøguleikarnir troytast, má eisini fígging finnast at fíggja slíkar verkætlanir, tá ferð kemur á vøksturin. Tá krevjast kapitalsterkir íleggjarar, sum bæði klára at bera nógvan váða, og sum eisini hava tøkniligan og marknaðarligan serkunnleika og altjóða netverk.
Tí eru vit farin undir verkætlanina “Føroyar sum íløguland”. Hon hevur til endamáls at marknaðarføra Føroyar fyri íleggjarar kring allan heim.
Marknaðarføringin tekur støði í arbeiðslagnum hjá FAS, sum við miðvísari marknaðarføring millum útvaldar íleggjarar hevur eydnast at fáa stór útlendsk reiðarí at stevna inn í føroysku altjóða skipaskránna.
Fyri at marknaðarføringin av Føroyum sum íløguland skal røkka sum longst, skjótast og bíligast, hevur Vinnumálaráðið fingið avtalur við ymsar stovnar, sum t.d. Dansk Industri, og altjóða felagsskapir, ið hava til endamáls at fremja íløgur kring allan heim.
Í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum íløguland verður samskift beinleiðis við hesi netverk. Vinnumálaráðið hevur m.a. atgongd til allar limirnar hjá Dansk Industri. Vinnumálaráðið setur seg eisini beinleiðis í samband við íleggjarar í ymiskum londum, og í 2009 er serliga talan um Danmark og Bretland.
Menniskjaliga tilfeingið er hitt týdningarmesta tilfeingið í dag, og tað eru tí í stóran mun somu viðurskifti, sum skulu vera í lagi, tá umræður at fáa útisetar heim, sum at draga íløgur henda vegin.
Umframt at vinnukarmarnir skulu vera í lagi, skal landið verða líka spennandi og dragandi at vera í, sum teir stóru metropolarnir, sum vit kappast við. Hetta er ein stór avbjóðing, men hon er ikki ógjørlig, um vit duga at sameina tað, sum okkara náttúra og mentan hevur at bjóða, við tey krøv, sum nútímans býarmenniskjað setur.
Tí er umráðandi, at okkara vinnulív ikki kennir tað tyngri at skapa tær tænastur, sum útboð er eftir, enn tað er í londunum, vit kappast við.
Av allarstørsta týdningi er, at vinnuligu karmarnir eru stabilir og forútsigiligir. Harumframt skulu karmarnir medvirka til at gera vinnulívið kappingarført á globala marknaðinum.
Í stóran mun ERU karmarnir góðir.
Vit hava ein greiðan vinnupolitikk, lágan partafelagsskatt, og tað er einfalt at seta virki á stovn.
Men nakrar vinnur hava tíverri verri umstøður í Føroyum enn í londunum kring okkum. Eg hugsi eitt nú um matstovuvinnuna, sum dragist við avgjøld, ið eru nógv hægri enn í grannalondunum. Hetta ger tað óneyðuga tungt at reka matstovu í Føroyum, og útboðið verður tí minni, enn tað kundi verið.
Skulu vit gera okkum vónir um at fáa fleiri útisetar heimaftur, at skapa eitt vitanarsamfelag, og at menna eina blómandi ráðstevnu- og ferðavinnu, so mugu vit eisini gera tað møguligt hjá vinnuni at menna tilboðini, sum fólk spyrja eftir, og taka forðingarnar burtur.
Í næstum verður aðalorðaskifti á Tingi, um ítøkiligu vakstrarátøkini hjá landsstýrinum, og eg síggi fram til eitt konstruktivt kjak, eisini í vinnuni. Serliga síggi eg fram til, at átøkini fara at gagna vinnulívinum, og at lata upp nýggjar dyr fyri samstarvi út í heim.
Í vissu um, at føroyska vinnan eisini hesaferð megnar at arbeiða broyttar umstøður og trongar tíðir av sær, og í góðum treysti tekur av avbjóðingunum fyri framman, ynski eg øllum ein góðan vinnudag.
Við hesum orðum er Vinnudagurin 2009 settur.
Takk fyri!