02.10.2016 · Umhvørvismálaráðið

Vinnuátøk eru fokusøki í uttanríkispolitikkinum hjá landsstýrinum

Vinnuátøk eru fokusøki í uttanríkispolitikkinum hjá landsstýrinum

Vinnulig átøk eru raðfest á játtanini hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017.

Eisini í 2017 verða eftir ætlan játtanaðar 1 mió. kr. til serstaka konto hjá sendistovunum til marknaðarføring av føroyskari vinnu. Í ár er játtanin m.a. nýtt til eitt ferðavinnuátak í Moskva, eitt alivinnu- og útgerðarátak í Murmansk og eitt átak á sendistovuni í Brússel í samband við ESE fiskivinnumessuna. Seinast í oktober skipar Uttanríkis- og vinnumálaráðið í samstarvið við Vinnuhúsið fyri vinnuferð til Kina, og í november samskipar sendistovan í London í oljuvinnuátak undir PETEX, ið er størsta oljumessan í Europa, í samband við at fari verður at bjóða leitiloyvi út til fjórða útbjóðingarumfar í føroyskum økið.

Arbeitt verður við at gera eina maritima strategi og at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil. Strategiin verður løgd fram fyrst í næsta árið. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur somuleiðis latið stuðul til marknaðarføringstilfar og luttøkuni hjá Faroe Islands Maritime Services á oljumessuni ONS í Stavanger, og ætlanin er at gera marknaðarkanning av virksemi og aktørum innan skipaferðsla og offshore í nærumráðnum.

- Samstundis sum hildið verður aftur í rakstrarútreiðslunum verða átøk, ið skulu økja um útflutningsvirði og skapa nýggj arbeiðspláss, raðfest, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Landsstýrið arbeiðir áhaldandi við at vinna betur atgongd til nýggjar marknaðir, m.a. við nýggjum handilsavtalum og veteriner avtalum. Í hesum samband verður eisini skipað fyri vinnuligum átøkum.