01.05.2014 · Umhvørvismálaráðið

Viðmerkingarnar tiknar til eftirtektar

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar.

Hyggur landsstýrismaðurin aftur um bak, við teirri vitan, hann nú hevur, skuldu hann og umsitingin skjótari tikið neyðug stig fyri at fingið viðurskiftini í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir hava seinnapartin latið løgtingslimum sínar viðmerkingar til roknskapin hjá Strandfaraskipum Landsins 2013. Løgtingsgrannskoðararnir vísa á nøkur viðurskifti, ið ikki hava verið nøktandi í sambandi við fíggjarstøðuna hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

-        -Bæði eg og Vinnumálaráðið eru fullgreið yvir, at viðurskiftini hjá Strandfararskipum Landsins ikki hava verið nøktandi. Sum landsstýrismaður taki eg ábyrgd fyri tí, sum er farið fram.  Vit tóku tí eisini neyðug stig fyri fleiri mánaðum síðan fyri at tryggja, at vit ikki koma í somu støðu aftur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at óhefta grannskoðarafrágreiðingin, ið Januar lat úr hondum í februar, var rættiliga greið um viðurskiftini á Strandfararskipum Landsins.

 

-        -Óhefta frágreiðingin staðfesti, at Strandfararskip Landsins ikki hevur stýrt eftir játtanini, sum stovnurin fekk. Stovnurin gjørdist tí við ársbyrjan partur av Búskaparskipan Landsins, ið skal tryggja eitt neyvari eftirlit við fíggjarstýringini. Vinnumálaráðið hevur eisini álagt Strandfararskipum Landsins at gera uppskot til nýggja roknskaparreglugerð, eina neyvt útgreinaða fíggjarætlan og nýggjar leiðreglur fyri avspákan og sjúkrafráveru, sigur Johan Dahl.    

 

Viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum kunnu lesast her.

 

Ársfrágreiðingin og grannskoðanarprotokollin hjá grannskoðarafyritøkuni Januar kunnu lesast her: