09.03.2017 · Umhvørvismálaráðið

Video: Fleiri nýskipanir á veg frá Landsstýrinum

Video: Fleiri nýskipanir á veg frá Landsstýrinum

NÝSKIPANIR: Fiskivinnunýskipan, heilsunýskipan, pensjónsnýskipan og broytingar í alilóggávuni eru øll mál, sum Landsstýrið raðfestir høgt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Sambært samgonguskjalinum skulu fleiri nýskipanir gerast. Hesa vikuna og í komandi vikum verður arbeiðið við fleiri nýskipanum, sum Landsstýrið hevur arbeitt miðvíst við, lagt fram.

“Mánadagin løgdu vit uppskot fram um fiskivinnunýskipan. Týsdagin var aðalorðaskifti um heilsunýskipanina. Ein pensjónsnýskipan er á trappunum, og tað eru broytingar í alilóggávuni eisini. Hetta eru týdningarmiklar nýskipanir, sum allar eru avgerandi at fremja til frama fyri at dagføra samfelagið, vit liva í”, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Á tíðindafundi fyrr í vikuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av nýskipanum. Sí video niðanfyri.

Samgonguskjalið um nýskipanir
  • Samgongan vil fremja eina grundleggjandi nýskipan í fiskivinnupolitikkinum, sum verður sett í verk frá 1. januar 2018
  • Uppskot um pensjónsnýskipan verður lagt fram fyri Løgtingið. Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum.
  • Menningarætlan fyri heilsuverkið verður sett í verk. Allir borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur.
  • Skattanýskipan skal gera skattaskipanina rættvísari og meira gjøgnumskygda.