08.12.2016 · Umhvørvismálaráðið

Varaløgmaður hjá Jersey á vitjan í Føroyum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti fyrr í vikuni Philip Ozouf, ið er varaløgmaður og ráðharri í ymsum vinnumálum hjá Jersey. Á fundinum umrøddu teir báðir mál viðvíkjandi ES, Brexit, digitalisering og telesamskifti.

Á stuttu vitjan síni nýtti ráðharrin úr Jersey eisini høvið at vitja Føroya Tele, til tess at fáa størri kunnleika um, hvussu telesamskifti er skipað í Føroyum.