Johan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur valt stýrið fyri ALS fyri eitt nýtt 4 ára skeið.
Stýrið fyri ALS er nú mannað soleiðis:
Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Magnus Pauli Glerfoss, felagsstjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag.
Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøkatarfrøðingar.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag.
Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini i Fíggjarmálaráðnum.
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, heldur fram sum stýrisformaður.
Varastýrislimir eru:
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum.
Esther Dahl, ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip.
Anita Fuglø, skrivstovuleiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Barbara á Tjaldrafløtti, leiðari á stjórnarskrivstovuni hjá TF Holding, er varastýrisformaður.
Nýggj í stýrinum eru:
Georg Hansen, Magnus Pauli Glerfoss, Óluva í Gong og Herálvur Joensen.
Farin úr stýrinum eru:
Eyðstein Djurhuus, Ingeborg Vinther, Vár í Gong og Viberg Sørensen.