Kunning viðv. vali av nýggjum stýri fyri ALS
Kunning viðv. vali av nýggjum stýri fyri ALS
Av tí at skeiðið hjá sitandi stýri fyri ALS er úti, hevur landsstýrismaðurin valt limir í stýrið fyri komandi fýra-ára skeið frá 1. oktober 2009 at rokna.
Eftir § 4 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009 er ásett, at:
“Stýrið hevur 7 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum. 3 limir skulu umboða løntakarafeløgini og verða valdir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum, 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá tímaløntum, 1 umboðandi feløgini hjá fiski- og útróðrarmonnunum og 1 limur umboðandi lønir hjá starvsfólkum. 2 limir skulu umboða privatu arbeiðsgevararnar og verða valdir eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum, meðan 1 limur skal umboða hitt almenna sum arbeiðsgevara. 7. limurin er formaður.”
Vinnumálaráðið hevur tann 16. juni 2009 sent áheitan til øll feløgini um at geva Vinnumálaráðnum uppskot til limir og varalimir í stýrið fyri ALS.
Landsstýrismaðurin hevur tann 08.09.2009 útfrá innkomnum uppskotum og eftir tilmæli valt hesi í stýrið fyri komandi skeiðið:
Limir Varalimir Umboðandi
Alfred Petersen formaður
Bjørgfríð Ludvig Snorri Fjallsbak umboðandi hitt almenna sum arbeiðsgevara
Ingeborg Vinther Vígdis Johannesen umboðandi løntakarafeløgini hjátímaløntum
Viberg Sørensen Jónsvein Knudsen umboðandi privatu arbeiðsgevararnar
Kartni Ravnsfjall Vár í Gong umboðandi lønir hjá starvsfólkum
Marita Rasmussen Esther Dahl umboðandi privatu arbeiðsgevararnar
Jan Højgaard Eyðstein Djurhuus umboðandi feløgini hjá fiski og útróðrarm.