28.10.2017 · Umhvørvismálaráðið

Væleydnað integratión ríkar okkara samfelag

Væleydnað integratión ríkar okkara samfelag

Tað var boðskapurin hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, tá hann seinnapartin setti evnisdag um integratión, sum Sosialráðgevarafelag Føroya skipaði fyri.

“Skal integratión eydnast væl, er fortreytin, at útlendingar kunnu virka í samfelagnum javnbjóðis við føroyskar borgarar við at fáa sær útbúgving, arbeiði og luttaka í frítíðar- og mentanarlívinum eins og føroyingar,” segði Poul Michelsen.

“Væleydnað tilflyting og integratión ríkar okkara samfelag. Arbeiðsliga, mentanarliga og ikki minst menniskjaliga. Umframt at økta arbeiðsmegi, rúmka vit okkara vitan og sjónarring. Miseydnað integratión hevur hinvegin við sær, at hetta tilfeingið, ið tilflytarar eru, ikki verður nýtt til fulnar. Fyri útlendingin sjálvan kann tað eisini hava álvarsligar fylgjur, eitt nú sosiala avbyrging. Hetta er nakað, ið kann ávirka bæði næstringar og næstu ættarliðini.”

Omanfyri 1100 tilflytarar úr 88 londum uttanfyri Norðurlond búgva í Føroyum. Samstundis sum myndugleikar raðfesta integratión, er umráðandi ikki at taka alla ábyrgd frá tí einstaka.

“Tað er í grannalagnum, í felagslívi og á arbeiðsmarknaðinum, at integratión fer fram. Bara við virknari luttøku og samábyrgd tryggja vit integratión. Avbjóðingin hjá okkum politikarum og almennum myndugleikum er tí at tryggja karmarnar, samstundis sum vit ikki taka ábyrgd og áræði frá tilflytarum.”

“Væleydnað integratión setir krøv til bæði tilflytara og nýggja landið, men sýna báðir partar virðing og eru sinnaðir at laga seg hvør eftir øðrum, mennast báðir partar,” endaði landsstýrismaðurin við at siga.

Øll røðan hjá Poul Michelsen, har hann eisini lýsti politisku átøkini á integratiónsøkinum seinnu árini, kann lesast her.

Á myndini síggjast Jacoba Juulsdóttir Jacobsen, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum, Poul Michelsen, landsstýrismaður, Runa P. Ísfeld, sum granskar í integratión og David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni.