Mánakvøldið 20. mars skipaði felagið fyri tey lesandi á CBS, Samvinnan, fyri afturvendandi tiltakinum Hugflog, ið hesa ferð snúði seg um ferðavinnuna í Føroyum.
Fyrilestrahaldararnir á tiltakinum vóru Guðrið Højgaard, ið greiddi frá arbeiðinum við marknaðarføring hjá Visit Faroe Islands, og Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sum hugleiddi um ferðavinnuna út frá sjónarhorninum hjá eini fyritøku og við serligum atliti at øktu kappingini, ið nú fer at taka seg upp innan flogferðsluna.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið var eisini umboðað millum fyrilestrahaldararnar. Poul Michelsen, landsstýrismaður, greiddi frá politisku ætlanunum innan ferðavinnuna og Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, greiddi frá tilgongdini at orða eina heildarætlan fyri innlendis ferðavinnuna, ið varð sett í gongd fyri einum góðum ári síðani.
Í løtuni verður síðsta hond løgd á hesa heildarætlan, sum væntandi verður handað landsstýrismanninum síðst í apríl. Síðani verður farið undir politisku tilgongdina at seta tilmælini í verk. Hetta arbeiðið krevur, umframt pening og orku, tætt samstarv millum aðalráðini og gott samstarv við kommunur og vinnuna, ið eiga ein sera týðandi lut í menningini av eini væl skipaðari ferðavinnu.
Poul Michelsen fegnaðist um jaligu gongdina innan ferðavinnuna seinastu árini og tað samstarv, sum í dag eyðkennir ferðavinnuna. “Hetta er tekin um, at vit eru til reiðar at taka við avbjóðingunum og at vit fara at megna at byggja upp eina væl eydnaða og burðardygga ferðavinnu, sum vit øll eru errin av”, segði landsstýrismaðurin.