11.03.2015 · Umhvørvismálaráðið

Vækstfonden á vitjan

Vækstfonden á vitjan

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, umrøddi í dag á fundi við leiðsluna í Vækstfonden, nýggju skipanina, ið ger, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa fígging úr Vækstfonden.

Í sambandi við, at føroyskar fyritøkur nú fáa møguleika at fáa fígging frá Vækstfonden, er leiðslan í Vækstfonden á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini er at greiða føroyskum myndugleikum, fíggingarstovnum og fyritøkum frá um fíggingarmøguleikar hjá føroysku vinnuni frá Vækstfonden.

Í morgun var fundur við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og fundir verða eisini við m.a. Vinnuhúsið, Bank Nordik og Eik Banka. Vitjað verður hjá øðrum føroyskum vinnufyritøkum.

 Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur eftir fundin í morgun:

“Atgongdin til Vækstfonden gevur føroyskum vinnufyritøkum atgongd til fígging, har tað annars kann vera ringt at fáa fígging, t.e. serliga íløgur, sum eru innovativar og íverksetandi, men eisini váðafúsar. Vækstfonden hevur t.d. verið við til at fíggja mobilapplikatiónina Vivino hjá Heina Zachariassen. Eg síggi stórar møguleikar í nýggju fíggingarmøguleikunum, sum kunnu fara at viðvirka til meira innovatión og vøkstur í føroysku vinnufyritøkunum, og at skapa búskaparvøkstur í samfelagnum.”

Um Vækstfonden

Vækstfonden veitir kapital til lønsamar fyritøkur, har váðin er stórur, og har fíggjarmarknaðurin annars er afturhaldandi við at veita fígging. Grunnurin veitir eginkapital (ábyrgdarlán) og fremmandafígging.

Grunnurin fokuserar upp á innovatión og íverksetan.

Í samstarvi við privatar íleggjarar hevur grunnurin síðani 1992 verið við til at fíggja vøkstur í 5400 fyritøkum fyri eina samlaða tilsøgn upp á 12 mia. kr.