Í døgunum 20. til 23. august vitja Vittus Qujaukitsoq og Lilja Alfreðsdóttir, uttanríkisráðharrar í Grønlandi og Íslandi í Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur boðið tey til Føroyar at viðgera hvussu samstarvið millum londini í útnorðuri kann mennast.
Vittus Qujaukitsoq kemur til landið leygardagin 20. august og fer avstað 23. august. Við á ferðini er konan, Naja. Poul Michelsen og Vittus Qujaukitsoq hittast á fundi seinnapartin leygardagin. Á skránni er samstarv millum Føroyar og Grønland á uttanríkispolitiska økinum.
Lilja Alfreðsdóttir kemur sunnudagin 21. august og fer av landinum aftur 22. august.
Sunnudagin verður árligi fundurin í Hoyvíksráðnum, har Poul Michelsen og Lilja Alfreðsdóttir fara at viðgera áleikandi mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, m.a. lodnumálið og útflutningur av apoteksvørum til Íslands, eins og onnur uttanríkispolitisk mál.
Sunnudagin fara tey trý, Poul Michelsen, Lilja Alfreðsdóttir og Vittus Qujaukitsoq at hava felags fund. Á skránni eru samstarvið og handilsviðurskiftini millum tey trý útnorðurlondini.