Í gjár legði landsstýrismaðurin í uttanríkis- vinnumálum uttanríkispolitiska frágreiðing fyri Løgtingið.
Frágreiðingin er ein støðulýsing av uttanríkisviðurskiftum Føroya. Hon lýsir bæði raðfestingar og avbjóðingar á uttanríkisøkinum - teirra millum spurningin um uttanríkisheimildir Føroya, raðfestingar á handilspolitiska økinum og viðurskiftunum við ES.
"Tað eru bara vit, ið kunnu røkja okkara áhugamál úti í heimi. Tí mugu vit beina burtur tær avmarkingar, ið forða fyri, at Føroyar kunnu reka meira sjálvstøðugan uttanríkispolitikk við at gera sáttmálar í egnum navni og gerast sjálvstøðugir limir í viðkomandi felagsskapum," sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Í framløgu síni legði hann dent á, at føroyskur uttanríkispolitikkur er ein staðfesting av, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum.
"Uttanríkispolitikkur snýr seg ikki einans um at tryggja Føroyum atgongd, vinning og rættindi, men eisini um at taka ábyrgd og lyfta í felag saman við heimsins tjóðum. Tí er umráðandi at Føroyar taka virknan lut í millumtjóða og altjóða samstørvum. Føroyar eru við til at tryggja burðardygga fyrisiting av tilfeingi í havinum, virknar í menningarsamstarvi og neyðhjálp, og við til at minka um útlát av vakstrarhúsgassum, raðfesta mannarættindi og støðugt virka fyri frælsum handilstreytum, sum eru við til at tryggja vøkstur og framburð," segði Poul Michelsen millum annað, tá frágreiðingin varð løgd fram.